Petur hevur brotið økslina

Glenn Ståhl er í dag fyrstu ferð aftur við Stórá, har hann var venjari fyri tveimum árum síðani

Glenn Ståhl, sum nú er venjari hjá NSÍ, er gamal kenningur við Stórá í Trongisvági

Glenn Ståhl, sum nú er venjari hjá NSÍ, er gamal kenningur við Stórá í Trongisvági

Tað er torført at spæla á útivølli ímóti TB, og tað er meiri enn so komið fyri, at lið eru tikin av fótum, sum hava vitjað við Stórá, og útlendskur venjari ikki áður hevur roynt, hvussu tað er at dystast við TB á heimavølli.

Síðsta dømið um hetta hjá NSÍ var í 2016. Tá tapti NSÍ tvær ferðir á útivølli ímóti TB, sum vann 2-1 og 3-1. Síðani tá hevur NSÍ ikki tapt í Trongisvági.

Síðst TB vann stig á heimavølli ímóti NSÍ var í 2018. Tá endaði seinni dysturin 2-2. Tá var TB saman við hinum feløgunum í Suðuroy, og Glenn Ståhl var venjari.

Nú er Glen Ståhl venjari í Runavík, og í dag eru NSÍ og Glenn Ståhl í Trongisvági, NSÍ venjarin kennir umstøðurnar og fyritreytirnar at spæla við Stórá betri enn teir flestu.

NSÍ spældi mikukvøldið 120 minuttir í steypakappingini, áðrenn tað eftir brotssparkskapping eydnaðist at vinna á útivølli ímóti EB/Streymi.

Hjá NSÍ kom tað sera dátt við, at Petur Knudsen noyddist skaddur av vøllinum, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av longdu leiktíðini. Petur hevur brotið økslinia. Tað er ikki greitt, nær hann aftur verður førur fyri at spæla fótbólt.

Í fjør var hann darvaður av skaða í økslini, sum helt honum uttanfyri í nógvar vikur. Eingin ivi er um, at higartil í ár hevur Petur Knudsen verið mest eyðsýndi spælarin hjá NSÍ.

Saman við Jóannesi Bjartalíð hjá KÍ er Petur Knudsen toppskjútti við átta málum.

Miðvallarin Mórits Heini Mortensen er skaddur í fótinum og verður ikki við ídag.

Mikukvøldið spældi TB seg við 1-0 heimasigri ímóti ÍF víðari í steypakappingini. At TB hevur fingið fatur á rætta endanum sást eisini í Klaksvík næstsíðsta leygardag, tá ið TB pressaði meistaraliðið, sum vann tepran 2-1 sigur.

Í Klaksvík var Poul Ingason leikbannaður. Hann verður við ídag. Mads Raben er darvaður av vøddaskaða.

Í fyrsta umfari vann NSÍ 3-1 á heimavølli ímóti TB.

Glenn Ståhl, sum nú er venjari hjá NSÍ, er gamal kenningur við Stórá í Trongisvági