Petur Reinert: Eg gjørdi tveir feilir

FM1: Tað sigur dómarin, sum er fyri kritikki, tí hann ikki útvísti tveimum fuglfirðingum

##med2##
Leygardagin vann KÍ 4-1 í Fuglafirði móti ÍF. Tað hevur verið eitt ávíst eftirspæl av dystinum, eftir at norska TV2 hugleiddi um dømingina í dystinum. Marius Skjelbæk heldur, at í Føroyum spælir tú bara víðari eftir takling aftanfrá, meðan drápsroyndir geva gult. Eftirfylgjandi spyr hann so hvat skal til, fyri at fáa reytt kort. Alt hetta, meðan tríggjar ógvusligar taklingar í dystinum verður vístar.

Nú hevur Petur Reinert, sum dømdi dystin, viðgingið, at hann gjørdi tvey mistøk í dystinum. Hann skuldi givið Karl Løkin beinleiðis reytt kort, og at Ari Ó. Ellingsgaard skuldi fingið sítt seinna gula kort.

- Tað var góður stemningur á vøllinum, men tað eru tvær ella tríggjar ógvusligar taklingar, men ongin av teimum festur eld í. Tað er rós til spælararnar. Samanumtikið var hatta ein fínur fótbóltsdystur helt eg. Tvey lið, sum royndu at spæla fótbólt, sigur Petur Reinert við FM1 í dag.

- Har eru tríggjar støður sum eg síggi tað. Tann fyrsta er ein takling, sum er ógvuslig og tað síggi eg eisini. Eg eri nokk ikki greiður yvir hvussu ógvuslig hon er. Eg havi varhugan av, at eg lati meg lumpa av at spælarin, sum fer í taklingina spælir bóltin geitt. Tað er nokk tað, sum ger at eg gevi gult, sigur Petur Reinert um gula kortið til Karl Løkin.

- Beint áðrenn hálvleik er aftur ein takling, har eg gevi gult, men eg umhugsi reytt eina løtu, tí taklingin er aftanifrá. Har metti eg, at ferðin í taklingini ikki hevði so nógv uppá seg, sigur Petur Reinert um fyrstu taklingina hjá Ara Ellingsgaard.

- Eg havi hugt eftir øllum støðunum umaftur. Tann fyrsta er reytt kort. Tað er tað, sum eftir fótbóltslógini eitur leikur, sum í álvarsligan mun ikki er loyvdur. Hatta er ein takling, sum setur trygdina hjá einum spælara í vanda. Tá er tað líka mikið, um tú spælir bóltin fyrst ella ikki. Handan taklingin skal sektast við einum reyðum korti, sigur Petur Reinert.

- So er tað taklingin, sum er aftanfrá. Har meti eg at tíggjarin hjá ÍF trekkjur í land og talan er ikki um takling, sum setur trygdina í vanda hjá mótstøðuspælarum. Tí haldi eg, at hon kann geva gult kort. Í seinna hálvleiki ger sama spælari eitt fríspark, sum eisini sær ógvusligt út.

Ari Ellingsgaard er grammur at leggj at trýst á Deni Pavlovic, sum tó megnar at spæla bóltin frá sær, meðan Ari glíður og taklar KÍ miðverjan umkoll.

- Eg velji at geva fyrimun, sum eisini gevur KÍ ein góðan málmøguleika. Eg velji so ikki at geva honum seinna gula kortið aftaná og tað fái eg ikki forsvarað. Hatta er til eitt gult kort, men ikki eitt beinleiðis reytt kort, sigur Petur Reinert.

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undur myndini.

FM1: Samrøða við Petur Reinert