Pingel: Eg gjørdi mun tá eg kom inn (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu Sebastian Pingel tryggjaði HB ein 3-0 sigur á Skála, og hoyr hann seta orð á tað

Sebastian Pingel skoraði tvey mál tá HB vann 3-0 á Skála

Sebastian Pingel skoraði tvey mál tá HB vann 3-0 á Skála

##med2##

- Eg gjørdi mun tá eg kom inn. Eg ynski ikki at ljóða arrogantur, men tað kom meira ferð á tá eg kom inn á vøllin. Orðini eigur HB-áleyparin, Sebastian Pingel sum kom inn á vøllin í fyrra hálvleiki tá bert átta minuttir vóru farnir, og hann gjørdi sanniliga mun. Pingel kom á vøllin tá Tróndur Jensen var borin av vølli við skaða.

HB vann 3-0 á Skála, og Sebastian Pingel skoraði til bæði 2-0 og 3-0. Fyrra málið hjá Pingel kom á hálvtímanum og tað seinna kom í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat. Ari Mohr Olsen legði HB á odda 1-0 tá 19 minuttir vóru farnir.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum trimum málunum HB skoraði móti Skála. Heðin Askham var viðmerkjari.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Sebastian Pingel aftaná dystin. Heðin Askham staðfesti, at Pingel gjørdi stóran mun tá hann kom á vøllin, og sjálvur er tvímálsskjúttin glaður fyri, at hann tók av møguleikanum og stendur betri í kappingini at sleppa at byrja inni í steypafinaluni móti Víkingi komandi leygarkvøld klokkan 19.45.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Eyðun Klakstein, høvuðsvenjara hjá Skála.

 

 

Sebastian Pingel skoraði tvey mál tá HB vann 3-0 á Skála

(Frásøgn av málunum hjá HB og samrøða við Sebastian Pingel)