Pingel er fremsti maður

HB hevur skift álopsspælara, og ÍF hevur gamlan kenning millum teir fyrstu ellivu

 

 

 

Klokkan 15 fer Lars Müller at bríksla fyri fyrstu ferð í Fløtugerði í Fuglafirði, har HB er gestur hjá ÍF.

Tølini siga, at tað ofta er mótbrekka hjá HB í Fuglafirði, hóast HB sum oftast er væl ovari á støðutalvuni enn ÍF. Síðsti HB sigurin í Fuglafirði var fyrsta apríl í 2013.

Sammett við higartil í ár er nýggjur maður millum teir fyrstu ellivu hjá HB. Tað er Sebastian Pingel, ið avloysir Ara Mohr Olsen, sum í dag er á beinkinum.

Ein gamal kenningur er fyri fyrsti ferð í ár millum teir fyrstu ellivu hjá ÍF. Tað er miðvallarin Frank Poulsen, sum av álvara fór at venja fyri einum lítlum mánað síðani.

Miðverjin Dávid Langgaard er ikki við ídag.

ÍF – HB kl. 15.00

Dómari: Lars Müller

ÍF: Petur Meinhard Magnussen – Dánjal Pauli Højgaard, Høgni Madsen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Dánjal á Lakjuni, Karl Løkin, Frank Poulsen, Ari Ó. Ellingsgaard – Holgar Durhuus, Jóhan Petersen

HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Hørður Askham, Lasse Andersen, Daniel Johansen – Brynjar Hlöðversson, Tróndur Jensen – Pætur J. Petersen, Aadrian Justinussen, Símun Samuelsen – Sebastian Pingel