Platini handtikin fyri mutur

Tann fyrrverandi UEFA forsentin var í morgun handtikin, og er farin beint til avhoyringar

Mynd av handtykna Platini

Mynd av handtykna Platini

63 ára gamli Michel Platini er handtikin fyri mutur, viðvíkjandi umtalaða heimsmeistaraheitinum í fótbólti, ið skal vera í Quatar í 2022. 

Í 2010 var avgjørt at Quatar skuldi fáa heimsmeistaraheitið í 2022, og tað hevur verið nógv rok um hesa avgerð.

Umstøðurnar hjá arbeiðarunum, ið skulu leggja lunnar undir heimsmeistaraheitið í Quatar, eru eftir øllum at døma ikki góðar nokk, nógv tos hevur verið um tað og hildið verður at umstøðurnar eru næstan trælaliðar.

Hetta er ikki fyrstu fer at Michel Platini er innblandaður í muti. Platini var forseti í UEFA frá 2007 til 2015, og mátti stegða vegna óglógligar peningagávur frá svikaliga fyrrverandi FIFA forsetanum Sepp Blatter. Hann var tískyld bannaður frá øllum fótbólti í fýra ár.

Mynd av handtykna Platini