Pole J Hansen, Sonni Larsen og Allan Norðberg gestir í Hondbóltspanelinum (FM1)

(FM1) Sjúrður H. Hoydal hevði ymisk evni á breddanum í Hondbóltspanelinum á FM1 seinnapartin

Sonni Larsen, Pole J. Hansen og Allan Norðberg vóru gestir í Hondbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag (Savnsmynd)

Sonni Larsen, Pole J. Hansen og Allan Norðberg vóru gestir í Hondbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag (Savnsmynd)

##med2##

Hondbóltsviðmerkjarin, Pole J Hansen, Sonni Larsen A-landsliðsvenjari og Allan Norðberg, ið spælir við KA í bestu íslendsku hondbóltsdeildini vóru gestir hjá Sjúrði H. Hoydal í Hondbóltspanelinum á FM1 seinnapartin.

Allan Norðberg og Áki Egilsnes hava longt sáttmálan við KA við tveimum árum, og Allan vónar, at KA kann vinna seg í endaspæli millum topp-8 liðini í framtíðini. 

Sonni Larsen og A-landsliðið hava fingið eina góða og týðandi avbjóðing í einari kapping í Pólandi, har mótstøðuliðini verða Suðurkorea, Póland B og Noreg B. Hóast talan er um B-landslið í tveimum førum er talan um sterka og góða mótstøðu.

Sjúrður og Pole viðgjørdu eisini heimligu hondbóltskappingarnar, har Sjúrður fekk Pola at meta um dystirnar sum verða hetta vikuskiftið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

Leygardagin klokkan 16 sigur Sjúrður frá SMS-dystinum millum H71 og Kyndil í Hoyvíkshøllini. Sunnudagin klokkan 16 sigur Sjúrður frá OKKARA-dystinum millum Neistan og StÍF.

 

 

Sonni Larsen, Pole J. Hansen og Allan Norðberg vóru gestir í Hondbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag (Savnsmynd)

(Hondbóltspanelið 28. februar)