Pólskur landsliðsvenjari: Vit taka Føroyar í størsta álvara

Dysturin ímóti Føroyum er fyrsti landsdystur hjá nýggja pólska venjarnum, Arne Senstad úr Noregi

Arne Svenstad (í reyðum), venjari hjá Pólandi, prátar við føroyska venjaran, Ágúst Jóhansson (v.m.)

Arne Svenstad (í reyðum), venjari hjá Pólandi, prátar við føroyska venjaran, Ágúst Jóhansson (v.m.)

Spenningur valdar í lítla pólska býnum Kwidzyn, nú pólska landsliðið spælir ímóti Føroyum klokkan 19.30 føroyska  tíð í kvøld

Pólskir fjepparar tykjast spent til dystin í kvøld, tí hetta er bæði fyrsti dysturin í undankappingini til EM 2020 - sum pólendingar avgjørt ætla sær við í - og so eisini fyrsti dysturin undir nýggja landsliðsvenjaranum, Arne Svenstad úr Noregi.

In.fo hitti stutt Arne Svenstad í gjárkvøldi, og venjarin ger greitt at hann tekur dystin ímóti Føroyum í størsta álvara.

Hugsa ikki um stórsigur

- Eg eri sera spentur. Hetta er ein umráðandi undankapping fyri okkum, og vit hava nýggjan venjara og fleiri nýggjar leikarar. Persónliga eri eg sjálvandi sera spentur til fyrsta dystin og eg vóni vit klára at vinna á Føroyum, ið vit sjálvandi taka í størsta álvara.

Pólland er risatórur favorittur ímóti Føroyum í kvøld, og tað er Arne Svenstad eisini greiður um. Spurdur um pólendingar krevja ein stórsigur svarar landsliðsvenjarin, at í hópinum hava tey runt at ikki hugsa um úrslitið.

Vit hava arbeitt við púra nýggjum skipanum, sum vit vilja hava at rigga í kvøld, og so skulu vit bara arbeiða so hart vit kunnu, sigur venjarin, ið eisini er varin orsakað av at hann ikki kennir føroyska liðið nakað serligt.

Spentur uppá ungu føroyingarnar

- Eg havi sjálvandi sæð dystirnar, sum Føroyar spældu í fjør, og eg havi sjálvandi lært okkurt har, men ikki fyrr enn mikukvøldið síggja vit tær nýggju ungu, sum eg havi frætt eru spennandi. Men vit hava fyrireika okkum eins væl og til allar dystir, og vit fara at gera eitt professionelt arbeiði í dystinum, sigur Arne Svenstad at enda.

Arne Svenstad (í reyðum), venjari hjá Pólandi, prátar við føroyska venjaran, Ágúst Jóhansson (v.m.)