Portugisarar halda skil á

Líkindini eru góð at spæla fótbólt á Tórsvølli í kvøld

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í fyrsta EM undankappingardystinum síðani summarsteðgin.

Svøríki er gestur hjá Lars Olsen og hansara monnum á Tórsvølli.

Líkindini at spæla fótbólt eru góð. Tað eru 10 hitastig og lotið er millum lítið og einki.

Portugisar manna dómarabólkin. Dómari er 39 ára gamli Tiago Martins, hjálpardómarar eru Luis Campos og Pedro Almeida, og fjórði dómari er Fabio Verissimo.

Føroyar: Gunnar Nielsen – Hørður H. Askham, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen, René S. Joensen – Sølvi Vatnhamar, Jóan Símun Edmundsson, Árni Frederiksberg

Svøríki: Robin Olson – Mikal Lustig, Victor Lindelöf, Andreas Granqvist, Pierre Bengtsson – Alexander Isak, Sebastian Larsson, Albin Ekdal, Kristoffer Olsson – Robin Quasion, Marcus Berg