Premier League dómari heldur við HB

Bobby Madley býr í løtuni í Norra og hyggur eftir føroyskum fótbólti

Fyrrverandi Premier League dómarin, Bobby Madley, hevur á Twitter boðað frá at hann heldur við HB í Føroyum. Unnustan hevur valt ÍF og feløgini møtast í morgin.

- Vit hava brúk fyri einum føroyskum liði at halda við komandi mánaðirnar. Unnustan hevur valt ÍF og eg havi valt HB. Vit hava júst funnið útav, at liðini møtast í 2. umfari, skrivar Bobby Madley á Twitter.

Bobby Madley hevur fleiri ferðir skriva á Twitter um føroyskan fótbólt. Millum annað heldur hann fyri, at umstøðurnar eru ótrúliga flottar kring føroyskum leikvøllirnar. Eitt nú á Argjum, tá hann hyggur eftir AB og Víkingi.

Hann var millum fremstu dómararnar í Premier League fram til 2018, tá hann brádliga legði frá sær og fór til Norra, har unnustan hjá honum er frá. Síðani hevur nú 34 ára gamli dómarin greitt frá, at hann hevði gjørt grin við einum persóni á sjónbandi, sum nú bleiv brúkt ímóti honum. Hann valdi at taka avleiðingina og gavst, men nú er hann aftur.

Bobbey Madley hevur greitt frá á fleiri platformum, at hann angrar tað hann gjørdi og er til reiðar at koma aftur til Premier League at døma. Bobbey Madley dømdi 91 dystir í Premier League millum 2013 og 2018. Nú er líkt til, at hann fær møguleikan at økja um tað talið.

FM1 verður á staðnum, tá ÍF tekur móti HB sunnudagin klokkan 15. FM1 sigur eisini frá dystinum við Margáir, har EB/Streymur tekur móti NSÍ. Tann dysturin byrjar klokkan 17.

Betri deildin 2. umfar:

Leygardagin:

TB-KÍ (14.00)

Sunnudagin:

B36-AB (15.00)

Víkingur-Skála (15.00)

ÍF-HB (15.00) Beinleiðis á FM1

EB/Streymur-NSÍ (17.00) Beinleiðis á FM1