Premier League er aftur útsett

Tað verður ongin Premier League fótbóltur fyrr enn í fyrsta lagi 30. apríl

Tað verður ongin Premier League ella enskur fótbóltur fyrr enn í fyrsta lagi 30. apríl. Tað hevur enska Fótbóltssambandið og Premier League boðað frá í dag. Arbeitt verður við at fáa hetta kappingarárið avgreitt áðrenn 30. juni í summar.

Tað stendur í reglugerðini hjá enska Fótbóltssambandinum, at allar kappingin skulu verða avgreiddar áðrenn 1. juni í hvørjum ári. Hetta er nú broytt, so tað ikki er eitt mark fyri nær kappingarárið verður spælt liðugt.

Hetta fylgir tilmælinum frá evropesiska Fótbóltssambandinum, UEFA, sum mælir til at fáa laar heimligar kappingar avgreiddar. Tí er millum annað EM-endaspælið, sum skuldi verða í summar, útsett til summarið 2021.

Fleiri fjølmiðlar og viðmerkjarar hava givið til kennar, at kappingin møguliga verður kolldømd og Liverpool ikki fær sítt fyrsta meistaraheiti í 30 ár, nú liðið er 25 stig fremst. Hetta samsvarar ikki við útmeldingarnar hjá hvørki UEFA ella enska Fótbóltssambandinum, men tað tykist sanníkt at tað verður vunnið uttan áskoðarar.

Tað hevur ikki verið Premier League fótbóltur í síðani mánakvøldið í farnu viku, tá Leicester og Aston Villa spældu. Undan hesum var fyrsti dysturin avlýstur vegna korona, tá venjarin hjá Arsenal, Mikel Arteta, fekk staðfest COVID-19.

##med2##

Í fyrstu atløgu bleiv Premier League útsett til 3. apríl, men nú er tað longt til 30. apríl. Tað verður lagt afturat, at tað verður ikki spælt aftur fyrr enn tað er trygt og heilsuráðiligt. Ongland hevur verið fyri hvøssum atfinningum, tí stjónin hevur verið ov sein at reagera. Mett verður at koronakreppan í Onglandi júst er byrjað, og at tað verður nógv verri enn.