Premier League ger broytingar í flytingarvindeyganum

Premier League: Nú fara feløgini aftur at kunna keypad fram til 1. september

Fyri tveimum árum síðani skipaðu feløgini soleiðis fyri, at flytingarvindeygað letur undan fyrsta umfarinum í landskappingini. Nú hava feløgini valt at venda aftur til tað gamla, har keypast kann fram til 1. september.

Orsøkin til upprunaligu broytingina var, at tað órógvaði hóparnar at feløgini kundu keypa og ikki mist selja spælara fyrsta mánaðin av landskappingini. Hetta endaði millum annað við at spælarar, ið ætlaðu sær vekk, ikki vildu spæla ella venja um teir ikki fingu sín vilja. Hartil var tíðin stutt at finna ein avloysara, um eitt felag brádliga fór avstað við eini stjørnu.

##med2## 

Fyri at sleppa av við alt órógvi valdu feløgini í Onglandi at framskunda evstamark. Vónin var, at hini stóru londini í Evropa fóru at gera tað sama. Tað er ikki hent og tí hava feløg í eitt nú Italia, Fraklandi, Týsklandi og Spania havt ein mánað longri at keypa spælarar í um summarið.

Til komandi flytingarvindeygað, sum verður í summar, verður evstamark í Premier League samstundis sum í hinum stóru londunum í Evropa – 1. september.