Premier League: So reyk enn ein venjari

Mynd: (Scanpix) Marco Silva hevur verið kroystur tað mesta av hesum kappingarárinum

Mynd: (Scanpix) Marco Silva hevur verið kroystur tað mesta av hesum kappingarárinum

Everton hevur í kvøld koyrt venjaran, Marco Silva, eftir at felagið tapti 5-2 móti Liverpool í gjár. Tað skrivar Liverpool Echo. Enn eru tíðindini ikki váttaði av Everton.

Marco Silva hevur verið ein kroystur maður meginpartin av hesum kappingarárinum. Everton hevur fingið nýggjar eigarar og fleiri spælarakeyp eru gjørd, men úrslitni samsvara ikki. Við ósigrinum í grannauppgerðini í gjár, endaði Everton undir niðurflytingarstrikuni.

##med2## 

Fyrr í hesum mánaðinum bleiv Quique Sánchez Flores koyrdur í Watford, sum eisini fyrr í hesum kappingarárinum koyrdi Javi Garcia. Undan teimum eru eisini Mauricio Pochettino (Tottenham) og Unai Emery (Arsenal) eisini koyrdir í hesum kappingarárinum.

Mynd: (Scanpix) Marco Silva hevur verið kroystur tað mesta av hesum kappingarárinum

Mynd: Quique Sánchez Flores, fyrrverandi venjari hjá Watford