Premier League sum Netflix

PremFlix: Tað verður arbeitt við eini ætlan at gera sum Netflix

Tað er ein møguleiki fyri, at tú í framtíðini kann síggja Premier League á saman hátt, sum tú hyggur eftir Netflix. Málið er at gera atgongdina til Premier League bíligari fyri tann einstaka, meðan inntøkurnar til Premier League verða nógv størri.

Nýggi forstjórin í Premier League, Richard Masters, hevur í samrøðu við bretskar miðlar sagt, at Premier League í samband við seinastu søluna av sjónvarpsrættindunum, eisini arbeiddi við at gera eina tænastu, har fótbólturin kemur beint í stovurnar hjá fólki.

##med2## 

Kjakið hevur fingið nýtt lív, eftir at Amazon Prime saman við Sky Sports og BT-Sport hevur rættindini til bretska marknaðin. Tað ger at eitt húsarhald í Onglandi má gjalda áleið 8.000 krónur fyri at síggja allar dystirnar í Premier League – ella 670 krónur um mánaðin. Her er eisini vert at hava í huga, at miðallønin í Onglandi er lægri enn hon er í Føroyum.

Eitt nú verður víst á, at um 200 milliónir húsarhald kring allan heimin keypa eitt hald til ”PremFlix” fyri 90 krónur um mánaðin, so veksa árligu inntøkurnar hjá Premier League frá 26 milliardum krónum til 211 milliardir krónur.