Profilar stríðast við skaðar í dag

Lyklaleikarar sum Hans Eli Sigurbjørnsson, Ási Dam og Sveinur Justinussen stríðast við skaða, meðan VÍF kann bjóða stjørnum aftur

KÍF má royna seg uttan vanliga spælskiparan, Ása Dam, í avgerandi dystinum ímóti VÍF í dag

KÍF má royna seg uttan vanliga spælskiparan, Ása Dam, í avgerandi dystinum ímóti VÍF í dag

Í dag er sera avgerandi umfar á skránni í Okkaradeildini.

Skrá:

Klokkan 14.00: Neistin - StÍF (SMS-deildin, kvinnur)

Klokkan 16.00

Klokkan 16.00

Fýra dystir eru eftir at leika og bert fýra dystir resta í av grundspælinum. Fýra lið berjast um trý hálvfinalupláss, nú H71 tykist at hava vunnið fremsta plássið, og tey fýra liðini hittast í dagFýra dystir eru eftir at leika og bert fýra dystir resta í av grundspælinum. Fýra lið berjast um trý hálvfinalupláss, nú H71 tykist at hava vunnið fremsta plássið, og tey fýra liðini hittast í dag.

Fyri júst eini viku síðani vann KÍF á Neistanum, hóast skaðar forðaðu bæði Hans Eli Sigurbjørnsson og Ása Dam at spæla.

Í dag noyðist KÍF at endurtaka bragdið, tí báðir KÍF-profilarnir siga við Vikuskiftissosialin, at teir ikki eru førir at spæla í dag.

VÍF tykist hinvegin styrkja seg. Janus Jakobsen, sum hevur spælt við KÍF seinastu árini, og spældi í Kyndli fyrra hálvárið er komin til VÍF, ið eisini kundi fegnast um, at ein av størstu leikarunum frá Føroyameistaraárunum, 2015 og -16, Julian Olsen, er við aftur. Harafturat kann enn ein fyrrverandi profilur vera at síggja á VÍF-liðnum í dag, tí Hanus Christophersen er fluttur heim, hevur vant við, og verður helst á liðnum í dag. Tað sigur Hjalmar Klein Olsen, VÍF-venjari.

Hjá Neistanum er tað bert Rasmus Søby, sum stríðist við skaða, men hann spælir kortini. Harafturat eru bæði Rune Olsen og Karl Martin Olsen burturstaddir.

StÍF kann vera uttan Svein Justinussen, sum mátti gevast í sigrinum á Kyndli seinasta sunnudag. Hann hevur ikki vant hesa vikuna, sigur StÍF-venjarin, Marius Joensen.

Tað hevur eitt av ungu stjørnuskotunum, Bjarni í Selvindi heldur ikki. Hann hevur fingið ein snudd í hondina og verður væntaður aftur til venjing um einar tvær vikur.

Í dag verður triðja og seinasta ferðin, at hesi liðini hittast í grundspælinum, og umframt stigini, stríðast liðini eisini fyri at vera betri enn hvørt annað innanhýsis.

Innanhýsis dystir:

KÍF - VÍF (28.sep) 28-26.

KÍF: Nicklas Selvig 8, Rúni Joensen 6, Ási Dam 6, Hørður F. Sigþórsson 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 3, Andrias Nielsen 1.

VÍF: Sjúrður Olsen 8, Filip Jojic 7, Hallur Arason 4, Johan í Garðastovu 4, Andrias Eriksen 1, Magnus Müller 1, Rúni Fossdal 1.

VÍF - KÍF (17. nov) 36-29

VÍF: Jóhan í Garðastovu 10, Andrias Eriksen 8, Filip Jojic 6, Sjúrður Olsen 5, Hallur Arason 3, Magnus Müller 3, Jákup Andreas Joensen 1.

KÍF: Nicklas Selvig 13, Hørður F. Sigþórsson 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 3, Atli L. Hammer 3, Rani A. Højgaard 3, Hjalti H. Matras 2, Rúni Joensen.

(Harafturat vann VÍF eisini 36-27 á KÍF í steypakappingini)

StÍF - Neistin (28. sep) 28-25

StÍF: Pætur Johansen 10, Djóni J. Petersen 6, Sveinur Justinussen 3, Jóannes Prestá 3, Pætur Barclay 3, Ivan Mrdalo 2, Bjarni í Selvindi 1.

Neistin: Tróndur Mikkelsen 7, Rasmus Søby 7, Rune Olsen 4, Dánjal Ragnarsson 4, Johannes Bjørgvin 2.

Neistin - StÍF (17. nov)

Neistin: Dánjal Ragnarsson 12, Tróndur Mikkelsen 7, Julian Kragesteen 5, Rune Olsen 5, Rasmus Søby 3, Hanus Árason 2, Karl Martin Olsen 1.

StÍF: Ivan Mrdalo 8, Sveinur Justinussen 6, Jónnas A. Prestá 5, Pætur Ó. Barclay 3, Bjarni í Selvindi 2, Jógvan G. Joensen 2, Steinar A. Prestá 1.

(Harafturat vann Neistin eisini 27-22 á StÍF í steypakappingini)

Støðan í Okkaradeildini áðrenn dagsins dystir:

Fýra tey fremstu eftir 18 dystir spæla seg í hálvfinalurnar

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71144033277624
2VÍF143993653418
3StÍF14390391-117
4Neistin143703363416
5KÍF143703432715
6Kyndil14358377-198
7Team Klaksvík14288439-1510

KÍF má royna seg uttan vanliga spælskiparan, Ása Dam, í avgerandi dystinum ímóti VÍF í dag