Profilur á miðjuni hjá HB gevst eisini

HB: Umframt Jógvan Róa Davidsen, so hava tveir spælarar boðað frá, at teir gevast í felagnum

HB vann í dag Løgmannssteypið við 2-0 sigri í finaluni á Víkingi. Undan dystinum boðaði Jógvan Rói Davidsen frá, at hann gevst við fótbóltinum. 29 ára gamli høgri bakkurin hevur spælt út í eitt síðani 2011, men fer at brúka meiri tíð upp á familjuna og arbeiði, nú fótbólturin er farin at krevja so nógv.

Ein annar spælari, sum hevur boðað frá at hann gevst í felagnum, er Mathias Nygaard. Danski miðvallarin kom til HB undan hesum kappingarárinum, og hevur verið ein sannur “Diesel-motorur” á miðjuni.

Í samrøðu við FM1, eftir meistaraheitið í landskappingini, ljóðaði tað eisini sum at tankarnar longu vóru farnir víðari. Hann hevur nú boðað frá, at hann gevst í HB. Ein annar spælari, sum eisini gevast í felagnum er Øssur Dalbúð. Áleyparin hevur fyri tað mesta verið innskiftari í hesum kappingarárinum.

Tað er framvegis ivasamt um spælarar sum René Shaki Joensen, Tróndur Jensen og Mikkel Frankoch halda fram. Mikkel Dahl er millum spælararnar, ið hevur longt sáttmálan.