Profilur er á veg úr KÍ

KÍ verður uttan eina av stóru profilunum á liðnum í ár

Nógv bendir á, at KÍ verður uttan Ole Erik Midtskogen komandi kappingarár. Hann hevur fingið boðið nýggja sáttmála við KÍ, men sigur við norskar miðlar at hann er í samráðinum við annað felag uttanfyri Norra.

Tað skrivar millum annað Norðlýsið og bolt.fo, og vísa til lokala miðilin í Hamar, h-a.no, har Ole Erik Midtskogen fyrr hevur spælt við HamKam, áðrenn hann skifti til KÍ undan hesum kappingarárinum.

- Eg havi møguleikan at halda fram í KÍ, um eg vil. Tað er ikki avskrivað. Men tað er eitt annað felag, sum eg havi tosað nógv við, har tað nærkast eini avgerð. Tað hevur verið áhugi frá fleiri feløgum, men nú snýr tað seg um eitt, sum ikki spælir í Noreg, sigur Ole Erik Midtskogen.

Hann hevur í ár verið ein lyklaspælari í álopsspælinum hjá KÍ, men ikki altíð sum málskjútti. Hansara størsta styrki er bóltførleikin og styrki at halda fast í bóltinum millum fleiri spælarar. Tí eru átta mál ikki ein ímynd av týdninginum hjá norska áleyparanum.