Punktum verður sett í kvøld

NSÍ stendur seg betri á útivølli ímóti HB enn á heimavølli

Við 3-0 heimasigri ímóti Skála er KÍ undan dystinum í kvøld tvey stig aftanfyri HB

Við 3-0 heimasigri ímóti Skála er KÍ undan dystinum í kvøld tvey stig aftanfyri HB

Í kvøld klokkan 20 fer bólturin á rull í Runavík, har NSÍ og HB fara at seta punktum fyri fyrsta triðingin av ársins landskapping.

Fýra dystir vóru í gjár. KÍ, B36 og Víkingur vunnu, og tað ber við sær, at tað undan fyrsta bríksli í kvøld er greitt, at í hvussu so er annað av liðunum, sum fer á vøllin við Løkina í kvøld, fer at missa í toppstríðnum.

HB hevur 22 stig, og NSÍ hevur 17 stig. HB hevur møguleika at økja um frástøðuna til næstu avbjóðararnar, og NSÍ hevur møguleika at leggja seg undir liðina á KÍ, sum er næstfremst við 20 stigum.

Tølini siga, at tað er sjáldan málríkt, tá ið hesi bæði liðini hittast í Runavík. Síðstu fimm árini er tað tvær ferðir endað málleyst. NSÍ hevur einaferð vunnið 1-0 og einaferð 2-0, og HB hevur vunnið tvær ferðir 2-1 og einaferð 3-2.

Í fjør endaði tað 1-1, tá ið NSÍ hevði vitjan av HB. Í Gundadali endaði fyrri dysturin 1-1, meðan NSÍ vann tann seinna 2-0. Síðstu fimm árini hevur NSÍ tríggjar ferðir vunnið í Gundadali, HB hevur vunnið tvær ferðir, og tvær ferðir er tað endað 1-1.

Hjá NSÍ er stinni verjuspælarin Jákup Jakobsen so mikið darvaður av vøddaskaða, at hann er ikki førur fyri at spæla.

Í dag varð kunngjørt, at HB hevur skrivað undir sáttmála við miðvallaran og U-21 landsliðsspælaran Mads Boe Mikkelsen. Tað man vera gott pláss fyri honum, tí HB er illa plágað av skaðum. Umframt allar langtíðarskaddu spælararnar eru Adrian Justinussen, Delphin Tshiembe og Heðin Hansen ikki tøkir í kvøld.

NSÍ – HB: Petur Reinert kl. 20.00.

 

9. umfar

KÍ – Skála 3-0 (2-0)

1-0: Jákup B. Andreasen 9.

2-0: Patrik Johannesen 41.

3-0: Páll Klettskarð 46.

Dómari: Rúni Gaardbo

KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic (Ísak Simonsen, 56.), Jesper Brinck, Ólavur Niclasen – Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni, Jákup B. Andreasen (Páll A. Klettskarð, 46.), Patrik Johannesen – Jonn Johannesen, Ole Erik Midtskogen (Boris Dosljak, 46.)

Gult kort: eingin

Venjari: Mikkjal Thomassen

Skála: Bárður á Reynatrøð – Jóhan Waag Høgnesen, Kristian Martin Jakobsen, Pætur Dam Jacobsen, Djóni Petersen (Rói Olsen, 56.) – Niels Pauli Danielsen (Aksel B. Danielsen, 75.), Mikal á Reynatrøð – Heðin Klakstein, Jan Ingason Hansen, Ronni Møller Iversen – Poul Kallsberg (Jóhan Bergsson Johansen, 90.)

Gult kort: eingin

Venjari: Bill Jacobsen

 

ÍF – B36 0-3 (0-1)

0-1: sjálvmál 39.

0-2: Brian Jakobsen 86.

0-3: Meinhard E. Olsen 92.

Dómari: Eiler Rasmussen

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Gundur E. Peteren, Hákun Edmundsson (Pól Jákup Lundsbjerg, 90.) – Sámal Joensen, Filip Djordjevic, Ari Ó. Ellingsgaard (Hans Jákup Lervig, 71.) – Uros Stojanov

Gult kort: Andy Olsen

Venjarar: Ólavur Larsen og Hans Jørgen Djurhuus

B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Michal Przybylski – Árni Frederiksberg (Martin Agnarsson, 88.), Stefan Radosavjlvic (Magnus Holm Jacobsen, 63.), Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel (Brian Jakobsen, 75.)

Gult kort: Magnus Holm Jacobsen

Venjari: André Olsen (fyri leikbannaða Jákup á Borg)

 

EB/Streymur – Víkingur 0-2 (0-0)

0-1: Ari Olsen

0-2: Jákup Johansen

Dómari: Alex Troleis

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Magnus Jarnskor, Árni G. Olsen (Teitur D. Olsen, 66.), Andras Ó. Olsen, Ragnar B. Danielsen – Mikkjal Hellisá, Fannhard Skoradal – Niklas T. Kruse (Magnus Heinason, 78.), Gestur B. Dam, Símun Sólheim (Rói H. Olsen, 73.) – Gutti Dahl-Olsen

Gult kort: Gestur Bogason Dam, Teitur D. Olsen

Venjari: Jákup Martin Joensen

Víkingur: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen (Vukasin Tomic, 89.), Noah Mneney, Elias Lervig – Geza David Turi (Lukasz Cieslewicz, 75.), Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar, Ingi Jonhardsson (Jákup Johansen, 69.) – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen

Gult kort: eingin

Venjari: Eyðun Klakstein

 

TB – AB 1-1 (1-1)

1-0: Nikolei Johannesen 15.

1-1: sjálvmál 37.

Dómari: Dagfinn Forná

TB: Frederik M. Mehder – Sebastian Kroner, Rasmus Møller, Ndende Adama Guéye, Jens Erik Bruhn – Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike Leo – Nikolei Johannesen, Rógvi Joensen, Mads Raben (Einar Thorsteinsson, 70.) – Poul Ingason

Gult kort: Dánjal Godtfred

Venjari: Michael Winter

AB: Silas Eyðsteinsson – Jákup Pauli Breckmann, Eli Christiansson, Sørin N. Samuelsesn, Gert Drangastein (Jónas Stenberg, 50.) – Bjarni Skála, Janus Svabo Samuelsen – Tóki á Lofti (Rógvi N. Poulsen, 75.), Jaspar Van Der Heiyden, Bjarki C. Nielsen – Adeshina Lawal (Jón Krosslá Poulsen, 85.)

Gult kort: Sørin N. Samuelsen

Venjarar: Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen

 

HB871023622
962126920
B369612261319
NSÍ852120417
Víkingur9423141314
ÍF9414122013
EB/Streymur92166167
TB91356126
AB90455244
Skála90166271

 

 

 

Við 3-0 heimasigri ímóti Skála er KÍ undan dystinum í kvøld tvey stig aftanfyri HB