Púra óveruligt! Vunnu á Spania!!!

Føroyska U17-landsliðið hevur í dag sett føroyskan hondbólt á ovastu altjóða tindar!

Føroyskir útskiftarar eru nøgdir við dystin (Mynd: Harald Bjørgvin)

Føroyskir útskiftarar eru nøgdir við dystin (Mynd: Harald Bjørgvin)

Føroyar hevur júst vunnið 21-27 á Spania í U17 kappingini í European Open!

Føroyar vóru í trupulleikum eina løtu í fyrra hálvleiki, men reistu seg ferð eftir ferð. 21 bjargingar frá Paula Jacobsen gjørdust avgerandi í enn einum framúr føroyskum avriki!

Tá ið fimm minuttir restaðu í, kom Føroyar á odda við fýra málum. Spania minkaði niður í tvey mál við góðum minutti eftir. Men føroyingarnir hildu høvdið kalt og vunnu 31-27 á Spania. 

 Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt 11 mál eins og hann gjørdi ímóti Norra fyrrapartin,

Púra óveruligt. In.fo og FM1 hava fólk á staðnum í Gøteborg og fylgja risastóra bragdinum upp.

Føroyskir útskiftarar eru nøgdir við dystin (Mynd: Harald Bjørgvin)