Ragnar Sigurðsson tryggjaði Íslandi sigurin móti Turkalandi

Íslendingar eru nú javnir í stigum við Turkaland og Frakland í EM-undanbólki H

Ragnar Sigurðsson skoraði bæði málini tá Ísland vann 2-1 á Turkalandi í kvøld

Ragnar Sigurðsson skoraði bæði málini tá Ísland vann 2-1 á Turkalandi í kvøld

Aftaná tveir góðar sigrar á heimavølli á Laugardalsvøllinum er Ísland væl við í kappingini at vinna sær pláss í EM-endaspælinum komandi summar.

Leygardagin vann Ísland 1-0 á Albania, og í dag vunnu íslendingar ein rimmar 2-1 sigur á Turkalandi. 

Ragnar Sigurðsson, ið spælari við russiska liðnum, Rostov gjørdist stóra hetjan hjá Íslandi. Hann legði Ísland á odda tá 20 minuttir vóru farnir og 10 minuttir seinni økti hann til 2-0. 

Stutt undan steðginum minkaði Dorukhan Toköz um munin til 2-1. Íslendingar hildu tó málið reint og vunnu 2-1.

Í sama undanbólki vann Frakland 4-0 á Andorra á útivølli. Í Tirana vann Albania 2-0 á Moldova.

Komandi dystur hjá Íslandi verður á heimavølli móti Moldova 7. september. Tríggjar dagar seinni spælir Ísland á útivølli móti Albania.

Støðan í undanbólki H:

1.Frakland430112:39 stig
2.Turkaland43019:29
3.ÍSLAND43015:59
4.Albania42025:36
5.Moldova41032:103
6.Andorra40040:100

Ragnar Sigurðsson skoraði bæði málini tá Ísland vann 2-1 á Turkalandi í kvøld