Rakul og Anna eru í hálvfinaluni eftir spennandi dyst

Rakul og Anna Mikkjalsdøtur eru í hálvfinaluni í tvímansleiki

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

Í borðtennis nærkast flest allar kappingarnar endanum her á Gibraltar. Í tvímansleiki eru Mikkjalsdøturnar, Anna og Rakul, væl við enn, og fyri løtu síðani eydnaðist tað teimum at vinna spennandi sigur við 3-2 í settum á Donner og Karlsson úr Álandi.

Sostatt eru føroysku genturnar til reiðar at spæla hálvfinalu klokkan 9 í morgin føroyska tíð móti Karlsson og Schwartz úr Gotlandi.

##ms##

 

 

Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen