Randi og VÍF øktu

Randi Virgarsdóttir skoraði 12 ferðir úr opnum spæli, tá ið VÍF vann á Stjørnuni í gjár

Savnsmynd: Durita C. Jojic (nr 10), Brynja Rógvadóttir (nr 5) og VÍF hava vunnið sjey av sínum átta dystum hetta kappingarárið

Savnsmynd: Durita C. Jojic (nr 10), Brynja Rógvadóttir (nr 5) og VÍF hava vunnið sjey av sínum átta dystum hetta kappingarárið

Oddaliðið, VÍF vitjaði Stjørnuna í SMS-deildini í gjárkvøldi, og favorittarnir tóku bæði liðini við sær úr Klaksvík eftir sigur upp á 27-22.

Les eisini: Oddaliðið skal ansa sær í Klaksvík

VÍF kundi fegnast um, at Randi Virgarsdóttir vísti seg frá síni bestu síðu, og skoraði 12 mál - uttan at skjóta brotskast.

Sostatt økir VÍF aftur um munin niður til Kyndil og H71 á stigatalvuni. VÍF spælir ímóti júst H71 í Hoyvíkshøllini næsta mikukvøld.

Stjørnan – VÍF 22-27 (8-15) 7. november, KÍ-Høllin

Stjørnan: Katrin Bertholdsen 6, Jancy Jacobsen 4, Sonja Lava Sirdal 4, Mina Naomi Lava Sirdal 2, Tóra Eliasen 2, Anna Jakobsen 2, Oddvør Josephsen 2, Raluca Ungureanu 1

VÍF: Randi Virgarsdóttir 12. Liljan Müller 3, Durita C. Jojic 3. Agnas Olsen 3, Ingibjørg Olsen 2, Heidi Maria Akselsen 2, Lise Marie Evensen 1, Lív Ingdórsdóttir 1

Støðan í SMS-deildini (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF82271715614
2Kyndil71841255910
3H7171851632210
4Neistin7174155198
5Stjørnan8198216-186
6StÍF8169243-744
7VB7156220-640

 

 

Savnsmynd: Durita C. Jojic (nr 10), Brynja Rógvadóttir (nr 5) og VÍF hava vunnið sjey av sínum átta dystum hetta kappingarárið