Rannvá spældi móti bróðirdóttir Matthew Le Tissier

(OYL) Mótstøðukvinnan Rannvá D. Carlsson hevði í einmansleikinum í liðkappingini í badminton hevur ein sera kendan pápabeiggja

Mynd vit á in.fo tóku av Chloe Le Tissier á oyggjaleikunum á Jersey í 2015

Mynd vit á in.fo tóku av Chloe Le Tissier á oyggjaleikunum á Jersey í 2015

Føroyar spæla móti Guernsey í hálvfinaluni í liðkappingini í badminton.

Mótstøðukvinnan hjá Rannvá D. Carlsson í dystinum í einmansleiki hjá kvinnum var Chloe Le Tissier. Rannvá vann 2-1 (19-21, 21-12 og 21-14)

Chloe Le Tissier er bróðirdóttir størsta fótbóltsspælaran hjá Southampton FC nakrantíð, Matthew Le Tissier. Matthew Le Tissier skoraði mál uppá samlibond fyri Southampton í bestu ensku fótbóltsdeildini. Millum 1986 og 2002 skoraði Matthew Le Tissier heili 161 mál fyri Southampton umframt øll málini hann legði upp til.

Matthew Le Tissier er uttan líka nógv tað størsta ítróttarnavnið á Guernsey.

Tá vit á in.fo hittu Chloe Le Tissier á oyggjaleikunum á Jersey í 2015 greiddi hon frá, at tað var ræðuliga ofta, at hon mátti svara spurningum um kenda pápabeiggjan hjá sær.

FM1 sigur beinleiðis frá hálvfinaluni millum Føroyar og Guernsey. Sjúrður H. Hoydal er frásøgumaður. Bjørg Djurhuus er viðmerkjari. Øll kunnu lurta eftir frásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

##med2##

Mynd vit á in.fo tóku av Chloe Le Tissier á oyggjaleikunum á Jersey í 2015

Matthew Le Tissier er kendasti ítróttarmaðurin hjá Guernsey, og ein stór legenda hjá Southampton