Rasisma í sponskum fótbólti

La Liga: Spælararnir hjá Valencia valdu at fara av vøllinum

Mynd: (Scanpix) Mouctar Diakhaby í øðini eftir hendingina

Mynd: (Scanpix) Mouctar Diakhaby í øðini eftir hendingina

Tað var dramatikkur í Cadiz, tá Valencia var á vitjan. Fyrst skoraði Juan Cala fyri heimaliðið, áðrenn Kevin Gameiro javnaði fyri gestirnar. Tá 29 minuttir vóru farnir bleiv Mouctar Diakhaby hjá Valencia í øðini, tí hann segði seg vera fyri rasistisku málburði frá Juan Cala.

Spælararnir hjá Valencia avgjørdu at fara av vøllinum í mótmæli, men komu aftur á vøllin stutt seinni at spæla restina av dystinum. Tað var eftir boðum frá Mouctar Diakhaby, sum tó valdi at lata seg skifta út. Mouctar Diakhaby vildi hava spælararnar at fara á vøllin og spæla dystin lidnan, tí annars hevði Valencia tapt 3-0 á skrivaraborðinum.

Cadiz vann dystin 2-1, men tað verður helst eitt eftirspæl frá dystinum. Juan Cala sigur seg ikki hava sagt nakað rasistiskt, meðan Valencia hevur víst sín fulla stuðul til Mouctar Diakhaby í hesi sakini.

Mynd: (Scanpix) Mouctar Diakhaby í øðini eftir hendingina