Rasmus fegin um málskjótingina - Hans Jørgen í døpurhuga (FM1)

(FM1) Hoyr hjálparvenjaran hjá HB, Rasmus Nolsøe og annan av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus seta orð á HB-ÍF 6-0

ÍF vardi væl fyrstu 24 minuttirnar, og ólukkutíð fyri fuglfirðingar gjørdi Andy Olsen eitt sjálvmál sum gjørdi, at HB kom á odda 1-0

ÍF vardi væl fyrstu 24 minuttirnar, og ólukkutíð fyri fuglfirðingar gjørdi Andy Olsen eitt sjálvmál sum gjørdi, at HB kom á odda 1-0

##med2##

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Samrøðan FM1 gjørdi við Rasmus Nolsøe, hjálparvenjara hjá HB sum sá sínar menn vinna ein 6-0 stórsigur á ÍF á heimavølli í dag. HB var á odda 2-0 í steðginum.

2) Samrøðan FM1 gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus, annan av venjarunum hjá ÍF ið sá sínar menn fáa eitt tennisegg móti HB í dag.

Rasmus Nolsøe stórfegnast um, at tað loksins hilnaðist við málskjóting og effektiviteti í dag. Tì júst teir marginalarnir vóru ikki staðar tá liðið spældi 1-1 móti NSÍ og 0-0 móti B36. Rasmus Nolsøe væntar tó, at tað verður alt annað enn lætt tá HB tekur móti Víkingi á heimavølli komandi sunnudag. 

Hans Jørgen Djurhuus kann bara draga fram fyrsta fjórðapartin av dystinum sum jaligan tá ÍF vardi væl, men aftaná sjálvmálið hjá Andy Olsen gekk alt skeivt, og tað var tungt at koma gjøgnum seinna hálvleik, har Hans Jørgen staðfestir, at tað var klassamunur á liðunum.

HB – ÍF 6-0 (2-0)

1-0: sjálvmál (24.)

2-0: René S. Joensen (36.)

3-0: Ari Mohr Olsen (49.)

4-0: Ari Mohr Olsen (57.)

5-0: Adrian Justinussen (83.)

6-0: Hørður Askham (86.)

 

 

 

ÍF vardi væl fyrstu 24 minuttirnar, og ólukkutíð fyri fuglfirðingar gjørdi Andy Olsen eitt sjálvmál sum gjørdi, at HB kom á odda 1-0

(Samrøður: Rasmus Nolsøe og Hans Jørgen Djurhuus)