Rasmus Søby: Altíð stuttligt at vinna á Kyndli (FM1)

(FM1) Hoyr toppskjúttan hjá Neistanum, Rasmus Søby og venjaran hjá Kyndli, Høgna Klein seta orð á 26-21 sigurin hjá Neistanum

Rasmus Søby gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við átta málum

Rasmus Søby gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við átta málum

##med2##

'Neistamenn hildu seg inni í stríðnum at røkka Topp-4 í Okkaradeildini, samstundis sum teir sendu kyndilsmenn enn longur burtur frá Topp-4.

Neistin vann at enda trygt 26-21 á Kyndli, ið var væl við stóran part av dystinum. Í steðginum var Neistin á odda 13-12.

Neistin-Kyndil 26-21 (13-12)

Neistin: Rasmus Søby 8, Dánjal Ragnarsson 7, Tróndur Mikkelsen 5, Karl Martin Olsen 4, Finnur Hansson 1 og Julian Kragesteen 1.

Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 9, Rógvi Dal Christiansen 5, Anders Risdal 4, Borgar Sveinsson 1, Tummas Pauli Hanusarson 1 og Tróndur Wardum 1. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá endanum av dystinum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Neistanum, Rasmus Søby sum skoraði átta mál fyri Neistan í dag. Rasmus sigur, at tað er altíð stuttligt at vinna á Kyndli. Hann heldur, at hetta er størsti sigur hann hevur verið við til at vunnið á Kyndli síðani hann kom til Neistan fyri trimum árum síðani.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá Kyndli, Høgna Klein. Høgni er ikki nøgdur við at tapa, men leikliga heldur hann, at talan var um tað mest jaliga avrikið hjá Kyndli í fleiri dystum, og tað er nakað hann brúka til komandi venjingar og komandi dystir.

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H7182411915014
 STÍF10285276913
 NEISTIN102692432612
 VÍF92632402312
 KÍF9251240119
 KYNDIL9229252-234
 TEAM KLAKSVÍK9200296-960

 

Mikukvøldið klokkan 20 spæla H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá tí dystinum, og hann sigur eisini frá dystinum í SMS-deildini sama kvøld millum Kyndil og Stjørnuna, ið byrjar klokkan 18. 

##ms##

 

 

Rasmus Søby gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við átta málum

(Samrøður: Rasmus Søby og Høgni Klein)