Rasmus Søby: Mladen var stóri munurin í dag (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi á FM1 við Rasmus Søby hjá Neistanum og málverjan hjá VÍF, Mladen Mjerimacka aftaná stórsigurin 35-25 (17-11) hjá VÍF

Mladen Mjerimacka hevði hópin av bjargingum tá VÍF vann stórsigur 35-25 (17-11) á Neistanum í fyrstu hálvfinaluni, ið var leikt í Vestmanna í kvøld

Mladen Mjerimacka hevði hópin av bjargingum tá VÍF vann stórsigur 35-25 (17-11) á Neistanum í fyrstu hálvfinaluni, ið var leikt í Vestmanna í kvøld

##med2##

VÍF vann ein knúsand 35-25 (17-11) sigur á Neistanum í tí fyrstu FM-hálvfinaluni millum liðini, ið var leikt í Vestmanna fyrr í kvøld. Eitt skiftið var VÍF á odda 26-13.

Stóri spælarin hjá VÍF var Mladen Mjerimacka, ið tók pippið frá neistamonnum við hópin av góðum bjargingum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av dystinum og taka stutt samanum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við trímálsskjúttan hjá Neistanum, Rasmus Søby sum staðfesti, at stóri munurin millum liðini var Mladen Mjerimacka í VÍF-málinum. Rasmus slær fast, at nú má Neistin gera tað munandi betri í 2. hálvfinaluni 2. páskadag klokkan 19 um teir framvegis skulu vera inni í FM-hálvfinalustríðnum. 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við stóru hetjuna hjá VÍF, Mladen Mjerimacka sum hevði væntað ein nógv harðari og javnari dyst. Nú ætlar Mladen, at hann og liðfelagarnir skulu gera tað minst líka gott 2. páskadag. 

1. Hálvfinala (best at trimum) VÍF-Neistin 35-25 (17-11)

Toppskjúttar VÍF: Filip Jojic 11, Hanus Christophersen 6 og Hallur Árason 4. 

Toppskjúttar Neistin: Dánjal Ragnarsson 5, Karl Martin Olsen 5 og Rasmus Søby 3.

2. páskadag klokkan 19 hittast liðini aftur í høllini á Hálsi í Havn. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

 

 

Mladen Mjerimacka hevði hópin av bjargingum tá VÍF vann stórsigur 35-25 (17-11) á Neistanum í fyrstu hálvfinaluni, ið var leikt í Vestmanna í kvøld

(VÍF-Neistin 35-25 (17-11) - Hoyr dystarendan og samrøður við Rasmus Søby og Mladen Mjerimacka)