Real Madrid blandað í "matchfixing" gølu

Talan er um ein dyst í bestu sponsku deildini í 2017

Mynd av Jose Luis Garcia mynd: malaga

Mynd av Jose Luis Garcia mynd: malaga

Hetta var síðsti dystur í 2016-2017 kappingarárinum, og Real Madrid kundi tryggja sær meistaraheitið, við at vinna á Malaga á útivølli, 

Real Madrid vann 2-0, men tað er ikki úrslitið, sum dysturin verður minstur 

Tveir leikarir á Malaga liðinum høvdu tippað ólógliga, talan er um Carlos Aranda og Jose Luis Garcia.

Teir høvdu ikki tippað úrslitið av dystinum, men talið av horna, ið vóru undir dystinum. Carlos Aranda hevði í fylgi spanska blaðnum El Pais, gjørt eina avtalu við Jose Luis Garcia, um at 14 horna skuldu verða í dystinum.

tíðverri fyri svikaligu spælararnar var telefonsamrøðan millum teir báðar aftaná dystin avlurtað av sponsku løgregluni.

Carlos Aranda segði soleiðis, við Jose Luis Garcia aftaná dystin í telefon:

-Hygg hygg, her vóru 16 horna, hvussu býttir kann eg vera eg bað um 14, hetta kann ikki passa.

Jose Luis Garcia svaraði:

Vóru tað 16 horna í dystinum, eg taldi ikki, tað var keðiligt.

Hetta er eftir øllum at døma ikki fyrstu fer at teir báðir eru innblandaðir í Matchfixing, og hetta er ein stór skomm fyri spanskan topp fótbólt.

enn er ikki greitt hvørja revsing teir fáa.

Mynd av Jose Luis Garcia mynd: malaga