Real Madrid og Ronaldo eru úti av Champions League

Champions League: Mest vinnandi felagið og mest skorandi spælarin eru bæði útsligin

Tveir av seinnu 1/8 finalunum í Champions League, sum blivu útsettar orsaka av koronasmittuni fyrr í ár, blivu spældar í kvøld. Manchester City og Lyon vunnu samanlagdar sigar á Real Madrid og Juventus.

Manchester City hevði góð kort á hondini undan heimadystinum móti søguríka Real Madrid. 13-faldu Champions League vinnararnir skuldu skora minst tvey og vinna fyri at koma víðari. Mótbrekkan bleiv tyngri, tá Raheem Sterling legði Manchester City á odda longu aftaná 9 minuttir.

Karim Benzema javnaði fyri Real Madrid fyri hálvleik, men miðskeiðis í seinna hálvleiki setti Gabriel Jesus punktum fyri Real Madrid á hesum sinni. Við máli til 2-1 tryggjaði hann Manchester City ein samanlagdan sigur á 4-2. Manchester City leitar framvegis eftir fyrsta Champions League steypinum.

Ronaldo er ikki nokk

Cristiano Ronaldo og Juventus skuldu vinna á franska Lyon, fyri at koma víðari. Tað gjørdu teir eisini og Cristiano Ronaldo skoraði tvey mál. Harav eitt framúr langskot, men tað var ikki nokk, tí Memphis Depay longu aftaná 12 legði gestirnar úr Fraklandi á odda.

Av tí at Lyon vann dystin á heimavølli 1-0, so telur útvallarmálið meir enn tey bæði málini hjá Cristiano Ronaldo. Hann er 35 ára gamal og hevur tangerað málmetið í Juventus fyri eitt kappingarárið við sínum 36 málum í hesum kappingarárinum, men hann kann ikki gera alt einsamallur.

Í annaðkvøld eru seinastu tvær 1/8 finalurnar. FC Barcelona spælir móti Napoli, og Bayern Munchen tekur móti Chelsea.

Champions League 1/8:

Í kvøld:

Juventus (0) – (1) Lyon 2-1 (1-1)

0-1  Memphis Depay, 12 br

1-1  Cristiano Ronaldo, 43 br

2-1 Cristiano Ronaldo

Lyon vinnur samanlagt 2-2 við regluni um útivallarmál

Manchester City (2) – (1) Real Madrid 2-1 (1-1)

1-0  Raheem Sterling, 9

1-1  Karim Benzema, 28

2-1 Gabriel Jesus

Manchester City vinnur samanlagt 4-2

Leygardagin:

FC Barcelona (1) – (1) Napoli (20.00)

Bayern Munchen (3) – (0) Chelsea (20.00)