Real Madrid vann umstrídda stórsteypakapping

Stórsteypakappingin var í Saudiarabia og tað hevur elvt til boykott av kappingini

Mynd: (Scanpix) Real Madrid og Sergio Ramos taka móti steypinum

Mynd: (Scanpix) Real Madrid og Sergio Ramos taka móti steypinum

Real Madrid vann í gjár umstríddu stórsteypakappingina í Spania. Real Madrid vann 4-1 upp á brotssparkskapping, eftir at finalan móti grannunum úr Atletico Madrid endaði málleys.

Spanska fótbóltssambandið hevur fingið av at vita, fyri at skipa stórsteypakappingina sum eina kapping við fýra liðnum, ið verður spæld í Saudiarabia. Áskoðarar og miðlar hava fyri ein stóran part boykottað kappingina av politiskum ávum. Millum annað orsaka av vantandi menniskjarættindum og líkarættindum millum menn og kvinnur.

Ítróttarliga plagar stórsteypadysturin at vera millum meistararnar og steypavinnararnar. Men her var talan eisini um nummar tvey og trý í landskappingini.Hvørki meistararnir, FC Barcelona, ella steypavinnararnir, Valencia, komu í finaluna. Hartil verður kappingin avgreitt mitt í kappingarárinum, og ikki sum ein frumframførsla til landskappingina.

Dramatiskur endi 

Sjálv finalan fekk eisini ein dramatiskan enda, tá miðvallarin hjá Real Madrid, Federico Valverde, eirindaleysur taklaði áleyparan hjá Atletico Madrid, Álvaro Morata, tá hann var leysur móti málinum. Tá vóru bara fáir minuttir eftir av longdu leiktíðini.

##med2##

Summi hava róst miðvallaranum fyri at gera eitt taktiskt og neyðugt fríspark, meðan onnur halda at tað var alt ov ógvusligt. Hann hevur síðani biðið um umbering, men nógv bendir eisini á, at uttan taklingina, so vann Atletico Madrid. Federico Valverde bleiv eisini valdur til dagsins spælara og fekk rós frá venjaranum, Zinedine Zidane.

Real Madrid – Atletico Madrid 0-0 (0-0)

4-1 eftir br.kapping

Mynd: (Scanpix) Real Madrid og Sergio Ramos taka móti steypinum

Mynd: (Scanpix) Federico Valverde taklar Álvaro Morata