Rebekka skoraði fýra mál

Kvinnur: Við tryggum sigri ímóti KÍ hevur HB tryggjað sær pláss í steypafinaluni

mynd. fsf.fo

mynd. fsf.fo

HB verður annað liðið í kvinnufinaluni. Seinni í dag verður tað avgjørt, um HB skal spæla ímóti B36 ella EBS/Skála. Tey hittast í seinnu hálvfinaluni í Gundadali klokkan 18.00. EBS/Skála vann fyrru hálvfinaluna 4-1.

Fyrra hálvfinalan millum KÍ og HB í Klaksvík endaði 2-2. Í dag var einki at rafla um. HB var frammanfyri 3-0 eftir fyrra hálvleik og økti beinanvegin eftir steðgin til 4-0. Tá kendist tað sum um, at alt var avgjørt, KÍ royndi at svara aftur, men HB vann 6-3.

Stóri spælarin hjá HB var Rebekka Benhakoura, sum skoraði fýra av teimum seks HB málunum – tvey í fyrra hálvleiki og tvey í seinna hálvleiki.

Steypafinalan verður leygardagin 21. september.

mynd. fsf.fo