Rebekka vann bronsu á 5.000 metrar teininum

(OYL) Rebekka Fuglø var væl aftanfyri nummar eitt og tvey, men hon megnaði at fáa eitt bronsuheiðursmerki til høldar

Mynd: Gyðja Tróndardóttir

Mynd: Gyðja Tróndardóttir

Annað kvøldið á rað fær Rebekka Fuglø heiðursmerki um hálsini úti á breytini fyri frælsan ítrótt á oyggjaleikunum í Gibraltar.

Rebekka Fuglø vann í kvøld bronsu á teininum 5.000 metrar. Tíðin hjá Rebekku Fuglø var 18:30.97.

Sarah Mercier av Guernsey vann við tíðini 17:16.81. Marina Olives av Minorka gjørdist nummar tvey við tíðini 17:21.75.

Ígjár vann Rebekka Fuglø silvur á teininum 1.500 metrar renning á rennibreytini á oyggjaleikunum í Gibraltar. Tíðin hjá Rebekku var 4:37.45.

Mynd: Gyðja Tróndardóttir