Rebekka vann silvur á 800 metrum

(OYL) Rebekka Fuglø hevur fyri løtu síðani vunnið silvur á 800 metrum á oyggjaleikunum í Gibraltar

 

 

Rebekka Fuglø vann sítt annað silvurmerkið í dag, tá ið hon kom næst á mál á 800 metrum

Rebekka Fuglø vann sítt annað silvurmerkið í dag, tá ið hon kom næst á mál á 800 metrum

Rebekka  Fuglø hevur syrgt fyri enn einum føroyskum heiðursmerki á oyggjaleikunum í Gibraltar við at vinna silvur á 800 metrum. 

Talan er um triðja oyggjaleikaheiðursmerki, ið Rebekka vinnur í Gibraltar. Rebekka vann eisini silvur á 1.500 metrum og bronsu á 5.000 metrum. 

Tíðin hjá Rebekku var 2:13.53. Rachael Franklin av Oynni Man vann við tíðini 2:09.87. Katie Rowe av Guernsey gjørdist nummar trý við tíðini 2:15.31.

Umframt Rebekku rann Maria Biskopstø á 800 metrum. Maria gjørdist nummar fimm. Tíðin hjá Mariu var 2:16.94.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Rebekka Fuglø vann sítt annað silvurmerkið í dag, tá ið hon kom næst á mál á 800 metrum