Rebekka vann silvur - Lýdia vann bronsu (FM1)

(FM 1 á OYL) Hoyr sendingina hjá FM1 av rennibreytini við frásøgn, samanumtøku og samrøðum

Rebekka Fuglø var glað fyri sítt silvurmerki á 1500 metrum

Rebekka Fuglø var glað fyri sítt silvurmerki á 1500 metrum

##med2##

Rebekka Fuglø vann silvur á teininum 1.500 metrar renning á rennibreytini á oyggjaleikunum í Gibraltar. Tíðin hjá Rebekku var 4:37.45.

Rachael Franklin av Oynni Man vann við tíðini 4:31.06. Mabel Lewis av Oynni Man var nummar trý við tíðini 4:52.56.

Lýdia Simonsen vann bronsu og setti nýtt Føroyskt met í kúluvarpið. Við einari frálíkari byrjan, har annað kastið var 11,18 metrar, tryggjaði Lýdia sær eitt bronsuheiðursmerki og tók samstundis føroyska metið, ið hon frammanundan átti.  

Omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr upptaktsprátið hjá Sjúrði H. Hoydal, frásøgumanni og Halli Holm, viðmerkjara undan finaluni í 1.500 metrum hjá kvinnum.

2) Hoyr frásøgnina hjá Sjúrði H. Hoydal av kappingini á 1.500 metrum. Hallur Holm var viðmerkjari, og hann staðfestir eitt megnar avrik og ynskir Rebekku Fuglø tillukku við silvurheiðursmerkinum.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Lýdiu Simonsen, Aldu Lamhauge og Ednu Mariu Debes

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rebekku Fuglø, ið er fegin um silvurheiðursmerkið. 

##med3##

Rebekka Fuglø var glað fyri sítt silvurmerki á 1500 metrum

(1.500 metrar renning, upptakt, frásøgn og samrøður)