Remis í toppdysti

Hans Kristian Simonsen er eitt hálvt stig frammanfyri Martin Poulsen og Høgna Egilstoft Nielsen í FM kappingini fyri einstaklingar í talvi

Tað endaði javnt mikukvøldið, tá ið Martin Poulsen, vinstru megin, og Hans Kristian Simonsen, høgrumegin, mikukvøldið brustu saman. Teir báðir kappast – saman við Høgna Egilstoft Nielsen - um FM heitið.

Tað endaði javnt mikukvøldið, tá ið Martin Poulsen, vinstru megin, og Hans Kristian Simonsen, høgrumegin, mikukvøldið brustu saman. Teir báðir kappast – saman við Høgna Egilstoft Nielsen - um FM heitið.

Talvsambandið: Oddamenninir í FM-kappingini í talvi, Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen,  spældu javnt í fimta umfari mikukvøldið. Støðan var púra jøvn allan vegin. Báðir telvaðu lýtaleyst, men eisini varisliga. Hvørgin vildi av álvara satsa. Eftir 34 leikir samdust teir um remis í avgreiddari støðu.

Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen er nú komin á lagið, og vann aftur í kvøld. Høgni telvaði væl, og sýndi góða posisjónsfatan í spælinum frúgvarmegin. Haldur Suni tóktist til endans heilt máttleysur. 

Luitjen Akselsson Apol fekk í kvøld fyrsta sigurin til høldar. Luitjen kom væl frá byrjan í talvinum móti Samson Højgaard, og styrkti stigvíst um støðuna. Tað sá gott út hjá Luitjeni í kvøld - er hann fyrst komin á lagið, kann eingin kenna seg tryggan.

Fjórða talvið millum Rana Nolsøe og Margar Berg endaði javnt eftir fáar leikir. 

Tríggir um boðið
Nú tvey umfør eru eftir í kappingini, stendur kappingin um føroyameistaraheitið millum tríggjar telvarar. Hans Kristian er framvegis einsamallur á odda, men Martin Poulsen og Høgni Egilstoft Nielsen eru beint í hølunum á honum. Í síðsta umfari fríggjadagin møtast Hans Kristian og Høgni.

5. umfar 31. mars
Hans Kristian - Martin ½-½
Haldur - Høgni 0-1
Luitjen - Samson 1-0
Rani - Margar ½-½

Støðan í FM-bólkinum
1. Hans Kristian Simonsen, KT 4½
2. Martin Poulsen, HT 4
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 4
4. Margar Berg, HT 2½
5. Rani Nolsøe, KTF 1½
6. Luitjen A. Apol, HT 1½
7. Samson Højgaard, VT ½
8. Haldur S. Johansen, KTF ½

6. umfar 1. apríl kl. 14:00
Samson - Hans Kristian
Margar - Martin
Høgni - Luitjen
Rani - Haldur

7. umfar 2. apríl kl. 14:00
Hans Kristian - Høgni
Martin - Samson
Luitjen - Rani
Haldur - Margar

Hinir bólkarnir
Janus Skaale úr Klaksvíkar Talvfelag er flúgvandi í almenna bólkinum. Hann hevur vunnið øll fimm talvini, sum hin einasti av øllum í FM-stevnuni. 

Støðan í oddanum: 1. Janus Skaale, KTF 5  2. Henrik W. Joensen, RT 4  3. Esbern Christiansen, KTF 3½. 18 telvarar eru í almenna bólkinum.

Í unglingabólkinum er støðan í toppinum henda: 1. Jónas Sólsker, KTF 4  2. Rókur Davidsen, KTF 4  3. Markus Jacobsen, KT 3½. 14 telva í unglingabólkinum.

Tað endaði javnt mikukvøldið, tá ið Martin Poulsen, vinstru megin, og Hans Kristian Simonsen, høgrumegin, mikukvøldið brustu saman. Teir báðir kappast – saman við Høgna Egilstoft Nielsen - um FM heitið.