René Shaki: Vit brenna alt ov illa (FM1)

(FM1) Hoyr heimafturvenda René Shaki Joensen hjá HB seta orð á beiska 1-3 tapið móti KÍ norðuri í Klaksvík

René Shaki Joensen staðfestir, at tað er dýrt hjá HB at brenna so nógvar upplagdar málmøguleikar

René Shaki Joensen staðfestir, at tað er dýrt hjá HB at brenna so nógvar upplagdar málmøguleikar

##med2## 

HB er fyri fyrst settir av í FM-stríðnum í Betrideildini. Liðið hevur tó eina steypafinalu móti Víkingi á Tórsvølli 21. september og eina evropeiska endastøðu at kappast um aftaná 1-3 tapið móti KÍ við Djúpumýrar norðuri í Klaksvík fyrr í dag.

Í ár hava marginalirnir ikki verið soleiðis í parti við HB, sum teir vóru í fjør. Tað sást væl í góðveðrinum í Klaksvík ídag. KÍ vann 3-1, eftir at HB í mesta partin av tíðini var leikliga omaná, tríggjar ferðir rakti træverkið og misnýtti brotsspark.

Kristian Joensen í KÍ málinum var framúr væl upplagdur, og klaksvíkingar vunnu góða úrtøku, tá ið møguleikin var har. Soleiðis orðaði Jóannes Hansen seg um dystin á in.fo fyrr í dag.

Heimafturvendi René Shaki Joensen hjá HB er greiður yvir, at liðið kann ikki vinna við at brenna so stórar málmøguleikar.

René viðgongur, at HB fyri fyrst eru settir av í FM-stríðnum, men René slær fast, at hann og liðfelagarnir fara at stríðast fyri at vinna dystirnar sum eru eftir í kappingini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við René Shaki Joensen aftaná 1-3 tapið móti KÍ. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málunum sum komu í dystinum millum KÍ og HB. Til ber eisini at hoyra samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.

##ms##

René Shaki Joensen staðfestir, at tað er dýrt hjá HB at brenna so nógvar upplagdar málmøguleikar

(Samrøða: René Shaki Joensen)