René vann steypið og Europa League pláss - Grindavík flytur niður

Grindavík datt úr íslendsku pepsideildini sama vikuskiftið René Shaki Joensen vann løgmanssteypið

 

 

Sama vikuskiftið René Shaki Joensen gjørdist steypavinnari við HB datt undanfarna liðið hjá honum, Grindavík úr bestu íslendsku fótbóltsdeildini

Sama vikuskiftið René Shaki Joensen gjørdist steypavinnari við HB datt undanfarna liðið hjá honum, Grindavík úr bestu íslendsku fótbóltsdeildini

39 ára gamli serbin, Srdjan Tufegdzic hevur verið høvuðsvenjari hjá íslendska liðnum, Grindavík sum hevur verið partur av íslendsku pepsideildini hetta kappingarárið.

Millum spælararnar Srdjan Tufegdzic hevði tøkar í hópinum hjá Grindavík við kappingarbyrjan var føroyski landsliðsspælarin, René Shaki Joensen sum leikti nógvar dystir fyri Grindavík farna kappingarár, og stóð seg sera væl tá.

Í tveir mánaðir var René Shaki Joensen darvaður av skaðum, og tað gjørdist ikki talan um so nógvar dystir fyri Grindavík hetta kappingarárið. 

Endin var, at René kom heimaftur til Føroya at spæla við HB, har Heimir Guðjónsson og Rasmus Nolsøe hava víst honum stórt álit.

Farna vikuskiftið var ein stórur kontrastur hjá Grindavík, og fyrrverandi Grindavíkar-spælaranum, René Shaki Joensen. 

Meðan René Shaki Joensen vann føroysku steypakappingina saman við HB aftaná 3-1 finalusigur á Víkingi á Tórsvølli, og hevur saman við liðfeløgunum í HB tryggjað sær luttøku í Europa League undankappingini komandi kappingarár, so er støðan ein heilt onnur hjá Grindavík.

Grindavík megnaði bara javnleik 2-2 móti Vali, ið hevði Kaj Leo í Bartalsstovu á beinkinum allan dystin, ið var leiktur í Grindavík ígjár. 

Grindavík hevur bara 20 stig í pepsideildini aftaná 21 umfør, og fimm stig eru upp til Víkingur Reykjavík á tíggjunda plássi, ið hevur 25 stig. Bert eitt umfar er eftir at leika, og Grindavík kann í mesta lagi fáa 23 stig. 

Sostatt má Grindavík ein túr niður í Inkassodeildina, ið næstbesta fótbóltsdeildin í Íslandi verður nevnd.

HB og René Shaki Joensen vunnu, bæði so og so. Grindavík tapti, bæði so og so kann staðfestast nú. 

Løgmanssteypið er fyrsta steypið René Shaki Joensen vinnur í føroyskum vaksnamannafótbólti. 

 

 

Sama vikuskiftið René Shaki Joensen gjørdist steypavinnari við HB datt undanfarna liðið hjá honum, Grindavík úr bestu íslendsku fótbóltsdeildini