Reyða kortið er tikið aftur

Premier League: Heung-min Son fær ikki leikbann, hóast hann fekk reytt kort

Mynd: (Scanpix) Heung-min Son fær her reyða kortið, sum nú er tikið aftur

Mynd: (Scanpix) Heung-min Son fær her reyða kortið, sum nú er tikið aftur

Sunnukvøldið var ein ógvuslig hending í Premier League, tá Andre Gomes úr Everton breyt fótin í dysti móti Tottenham. Í hendingini fær Heung-min Son út Tottenham beinleiðis reytt kort, fyri at fella Andre Gomes, sum síðani brestir saman við Serge Aurier og brýtur fótin.

Dómarin, Martin Aktinson, hevði fyrst gula kortið frammi, men tók løtu seinni reyða kortið úr lummanum. Sjálv taklingin hjá Heung-min Son var ikki ógvuslig, men tað var skaðin, sum Andre Gomes fekk. Heung-min Son var týðiliga rørdur av hendingini og tað var kanska líka so nógv fyri at verja spælaran, at hann fekk reytt kort.

 ##med2##

Nú hevur Premier League kunngjørt, at reyða kortið verður tikið aftur og at Heung-min Son ikki fær leikbann. Hann er við í Serbia, har Tottenham skal spæla móti Reyðu Stjørnu í kvøld.

Mynd: (Scanpix) Heung-min Son fær her reyða kortið, sum nú er tikið aftur