Reytt kort og drama á Hálsi: Kyndil tók seks mál aftur og vann í evstu løtu

Beinleiðis reytt kort kostaði H71 dýrt og Kyndil vendi dystinum

Súna Krossteig Hansen, Turið Arge Samuelsen og Kyndil tóku seks mál aftur ímóti H71

Súna Krossteig Hansen, Turið Arge Samuelsen og Kyndil tóku seks mál aftur ímóti H71

Tað var toppdystur á skránni í SMS-deildini í dag, tá ið Kyndil og H71 brustu saman í Høllini á Hálsi.

Sí eisini:

Toppskjúttarnir í toppdysti

H71 byrjaði dystin best, og fór at renna undan alt fyri eitt. Maria Halsdóttir Weyhe hevði stillað siktið avbera væl, og hon skoraði átta ferðir í fyrra hálvleiki, samstundis sum hon hevði fleiri fríspælingar til viðleikararnarnar.

Hjá Kyndli var tað Súna Krossteig Hansen, ið gekk undan í álopinum, men tað var ikki nóg mikið at halda snórin spentan, og H71 økti upp í 14-10 til sín beint fyri steðgin, tá ið Silja Sámalsdóttir breyt væl ígjøgnum.

H71 økti upp í seks mál tíðliga í seinna hálvleiki, millum annað orsakað av góðum bjargingum frá Anniku Fríðheim Petersen.

Men H71-málverjin fekk ein óhepnan høvuðsleiklut eftir bjarging.

Kyndil kom til frían møguleika á strikuni, og bólturin endaði í andlitinum á málverjanum, og síðani í hondunum. Málverjin tóktist at hótta við at tveita bóltin eftir strikuleikaran, men hon slepti ikki bóltinum. Men hóttanin fór at kosta, tí dómararnir sóu ongan annan møguleika at vísa reyða kortið fyri málverjanum, ið mátti  av vøllinum í døpurhuga.

H71 var um hetta mundið frammanfyri við trimum málum, og økti eisini upp í fýra mál løtuna eftir. - Knapt korter restaði í

##med2##

Í málið hjá H71 kom Ingrid Klein, og hon fekk eisini fleiri bjargingar. Men fjáltur var á hoyvíkskvinnum meðan Kyndil tevjaði blóð. Brádliga tóktist H71-álopið at steðga upp, og Kyndil fór at minka um munin.

Tá ið einir seks minuttir restaðu í var javnleikur 22-22, og so fór hvør bóltur at gerast avgerandi.

Kyndil kom á odda fyri fyrstu ferð síðani sætta minutt við støðuni 24-23, eftir at Marita Mortensen hjá H71 mátti út í tveir minuttir - men nú fekk kyndilsleikarin, Súna Krossteig Hansen, útvísing - og hálvur annar minuttur restaði í.

H71 fekk javnað við góðum máli frá Maritu Mortensen tá ið knappur minuttur restaði í.

Kyndil spældi upp til Turið Arge Samuelsen, ið leyp á frá vinstra bakki, og høgdi eitt hoppiskot í netið til 25-24. Eini 15 sekund restaðu í og H71 tók time-out.

Tað tóktist at eydnast Maritu Mortensen at sleppa til møguleika í høgru, men hon royndi heldur at spæla inn á strikuna. Kyndilsverjan fekk forðað fyri, og so endaði dysturin við 25-24 til H71.

Tað var stórur fagnaður millum kyndilskvinnum eftir dystin, meðan H71-leikararnar fóru hugtungar og ørkymlaðar av vøllinum.

Sí myndir niðanfyri hagtølini.

Kyndil – H71
SMS-deildin, 17/11/2019
Málskjúttar Kyndils
Súna Krossteig Hansen9
Turið Arge Samuelsen6
Ásleyg Súnadóttir5
Bára Krossteig Hansen2
Karin Skylv Midjord2
Halla Skylv Midjord1
Málskjúttar H71
Maria Halsdóttir Weyhe9
Marita Mortensen6
Durita Toftum Joensen3
Sofie Søberg Larsen3
Eva Barba Arge2
Silja Sámalsdóttir1

##ms##

Súna Krossteig Hansen, Turið Arge Samuelsen og Kyndil tóku seks mál aftur ímóti H71

Dómararnir máttu geva reyða kortið - og harafturat blátt kort til Anniku Fríðheim Petersen