Rógvi aftur mist tonnina: - Eg havi smíligebiss

Rógvi Dal Christiansen skal spæla í sergjørdari tannverju

Rógvi Dal Christiansen er vanur at fáa snuddir tá ið hann stríðist á strikuni - Nú fer hann at spæla í sergjørdari tannverju

Rógvi Dal Christiansen er vanur at fáa snuddir tá ið hann stríðist á strikuni - Nú fer hann at spæla í sergjørdari tannverju

##med2##

Fyri tíggju døgum síðani tapti Kyndil á heimavølli ímóti StÍF, og ilt mundi gerast verri, tá ið lyklaleikarin, Rógvi Dal Christiansen, fór av vøllinum nakað inni í seinna hálvleiki. Orsøkin var enn ein tannskaði

Sí eisini:

StÍF buldrar víðari

- Eg fekk ein alboga beint í tonnina, sum brotnaði í helvt samstundis sum sjálv rótin eisini fór, greiðir Rógvi Dal Christiansen frá fyri in.fo

Fyri einum ári síðani spældi sterki strikuspælarin við í minniliga landsdystinum í Montenegro, har Føroyar fingu javnleik.

Upplivingin var tó ikki bara góð hjá kyndilsmanninum, tí hann mátti gevast eftir fáar minuttir, tá ið ein montenegriskur armur sló eina tonn úr strikuleikaranum, samstundis sum nakað av vørrini skrædnaði

Hoyr hvat Rógvi Dal Christiansen segði við FM1 eftir at hann hevði verið hjá tannlækna eftir dystin ímóti Montenegro við at trýsta á ljóðfíluna undir myndini í erva.

Ímóti StÍF í farnu viku hendi tað aftur.

- Nú gangi eg aftur uttan eina tonn – ella eg havi fingið eitt smíli-gebiss, tekur óhepni leikarin, ið kortini fær spælt, til.

- Eg havi bara vanliga tannapínu. Eg havi fingið eina tannverju, sum er sergjørd til góman á mær, so eg spæli aftur sunnudagin, sigur Rógvi Dal Christiansen.

Kyndil hevur eisini tørv á øllum monnum sunnudagin, tí tá er mótstøðuliðið H71, ið er oddalið í Okkaradeildini. Dysturin verður leiktur í Høllini á Hálsi sunnudagin klokkan 16.00.

Støðan í Okkaradeildini er hendan áðrenn dystin sunnudagin (hsf.fo):

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7172071654212
2StÍF8226220611
3VÍF82272111610
4KÍF8222204189
5Neistin8208195138
6Kyndil7182192-104
7Team Klaksvík8179264-850


Rógvi Dal Christiansen er vanur at fáa snuddir tá ið hann stríðist á strikuni - Nú fer hann at spæla í sergjørdari tannverju

Hoyr hvat Rógvi Dal Christiansen segði við FM1 eftir at tonnin fyrstu ferð var sligin úr