Rógvi Baldvinsson á vikuliðnum hjá UEFA

Rógvi er á liðið saman við Harry Kane, Robert Lewandowski og Romelu Lukaku

Rógvi Baldvinsson skoraði einsamalla málið, tá vit týskvøldið vunnu 1-0 á Malta í EM-undankappingini. Málið hjá miðverjanum er tað fjórða í landsliðstíðini hjá honum.

##med2##

Tað er ikki bara í Føroyum, at vit hava lagt merki til miðverjan, tí hann er eisini valdur á liðið hesa vikuna hjá UEFA. Sokallaða UEFA FedEx Team of the Week.

Har er Rógvi Baldvinsson á liðið saman við kendum spælarum sum Harry Kane, Robert Lewandowski og Romelu Lukaku.

##ms##

Mynd: (Álvur Haraldsen) Rógvi Baldvinsson stútar bóltin í málið