Rógvi og Vilhelm til Íslands at spæla

Rógvi Dal Christiansen og Vilhelm Poulsen skulu spæla við Fram í Íslandi

Mynd: (Álvur Haraldsen) Rógvi Dal Christian (t.h) og Vilhelm Poulsen (t.v) í dysti móti hvørjum øðrum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Rógvi Dal Christian (t.h) og Vilhelm Poulsen (t.v) í dysti móti hvørjum øðrum

Íslandska hondbóltsfelagið, Fram, hevur í dag kunngjørt at felagið hevur gjørt sáttmála við tveir føroyskar landsliðsspælarar. Talan er um Rógvi Dal Christiansen úr Kyndli og Vilhelm Poulsen úr H71.

- Vit fegnast um at kunna kunngera, at vit hava gjørt sáttmála við tveir føroyskar landsliðsspælarar. Talan er um Rógvi Dal Christiansen og Vilhelm Poulsen, skrivar felagið á Facebook.

Rógvi Dal Christiansen úr Kyndli verður lýstur sum ein sterkur strikuspælari, meðan Vilhelm Poulsen úr H71 verður lýstur sum ein hart skjótandi lámur vongur. Teir hava báðir gjørt sáttmála fyri tvey ár. Íslendskur hondbóltur telur longu tríggjar føroyskar landsliðsspælarar. Teir eru Áki Egilsnes, Allan Norðberg og Nicholas Satchwell.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Rógvi Dal Christian (t.h) og Vilhelm Poulsen (t.v) í dysti móti hvørjum øðrum