Rógvi til reiðar at skora móti Svøríki aftur

FM1: Rógvi Baldvinsson hevur fyrr skorað móti Svøríki

##med3##

Tá føroyska landsliðið í annaðkvøld spælir EM-undankappingarlandsdyst móti Svøríki, verður Rógvi Baldvinsson væntandi millum teir ellivu, sum byrja inni. Hann er einasti spælarin, sum hevur skorað millum hesi bæði londini í innanhýsis uppgerðum.

- Eg minnist at Jóan Tór Næs kastar innkast innfyri og har skjóti eg bóltin í málið. Tað var fantastiskt at skjóta mítt fyrsta mál á Tórsvølli, sigur Rógvi Baldvinsson í samrøðu við FM1.

Nógv bendir á, at Rógvi Baldvinsson skal spæla í miðverjuni saman við Atla Gregersen. Føroyingurin í Bryne sigur eisini, at hann hevur spælt fleiri dystir í miðverjuni og tað ræðir hann ikki. At enda leggur hann afturat, at hann er til reiðar at skjóta enn eitt mál móti Svøríki.

 ##med2##

- Eg havi sagt við Lars Olsen, at um hann manglar eitt mál, so kann hann tveita meg fram, sigur Rógvi Baldvinsson við einum smíli.

FM1 hevur upptakt, beinleiðis frásøgn og 3. Hálvleik í samband við dystin í morgin, sum byrjar klokkan 19.45. Longu frá klokkan 10 verður landsliðsdámur á FM1. Fótbóltspanelið verður frá 15 til 17 og upptakt verður av Tórsvølli frá klokkan 18.

##ms##

Samrøða við Rógva Baldvinsson