Rói og Brandur eru enn við í uppflytingarstríðnum

Í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vunnu føroyingaliðini, Ajax og HØJ sínar dystir seinnapartin í dag

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ eru tvey stig frá triðja plássinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Triðja plássið gevur upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr bestu deildini

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ eru tvey stig frá triðja plássinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Triðja plássið gevur upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr bestu deildini

Bæði liðið hjá Róa Berg Hansen, HØJ og liðið hjá Brandi Halgirssyni, Ajax eru framvegis partur av stríðnum at vinna seg upp á triðja plássið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, ið gevur rætt til at spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr bestu deildini tá grundspælið er liðugt. 

Brandur Halgirsson skoraði eitt mál tá hann og liðfelagarnir í Ajax fyrr í dag vunnu sannførandi 26-18 sigur á Vendsyssel á útivølli. Í steðginum var Ajax á odda 12-8.

Rói Berg Hansen skoraði í dag eitt mál fyri HØJ, ið fyrr í dag vann 29-26 á Grindsted á heimavølli. Í fyrra hálvleiki leikaði sera javnt á, og stóð á jøvnum 12-12 í steðginum.

Ajax hevur 33 stig á triðja plássi. Midtjylland og HØJ hava 31 stig hvør. Tað eru hesi trý liðini sum stríðast um at vinna triðja plásið í grundspælinum, ið gevur upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr bestu deildini.

HØJ hevur tveir dystir eftir at leika í grundspælinum. Teir eru móti Team Sydhavsøerne á útivølli 10. apríl, og móti Skive á heimavølli 17. apríl. Skive er næstfremst við 40 stigum.

Ajax hevur eisini tveir dystir eftir at leika í grundspælinum. Teir eru móti Odense á heimavølli 9. apríl, og á útivølli móti Otterup 17. apríl. Otterup stríðist fyri at sleppa undan upp- og niðurflytingardystum móti einum liði úr triðbestu deildini, og tí kann tann dysturin gerast torførur hjá Ajax.

Støðan: 

NRLIÐ:DystirSTIG
1Nordsjælland2443
2Skive fH2440
3Ajax 2433
4HC Midtjylland2331
5HØJ 2431
6Sydhavsøerne2424
7Skovbakken2323
8Grindsted2423
9Otterup 2322
10HEI Skæring2421
11Tønder2315
12HC Odense2411
13Vendsyssel2410
14SUS Nyborg245

 

 

 

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ eru tvey stig frá triðja plássinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Triðja plássið gevur upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr bestu deildini