Rói vann á Tróndi og Pæturi

Liðið hjá Róa Berg Hansen, HØJ er nú bert ein verri málmun frá triðja plássinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Mynd: HØJ Elite

Mynd: HØJ Elite

Føroyingauppgerð var í Nyborg á Fjóni í dag í næstbestu donsku hondbóltsdeildini millum liðið hjá Tróndi Mikkelsen og Pæturi Mikkjalssyni, SUS Nyborg og liðið hjá Róa Berg Hansen, HØJ. 

Botnliðið SUS Nyborg var heilt væl við í fyrra hálvleiki, og tá liðini fóru til steðgin var HØJ á odda við tveimum málum 17-15. Í seinna hálvleiki dróg HØJ frá SUS Nyborg, og endin var, at Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ vunnu greiðan 34-25 sigur.

Rói Berg Hansen skoraði trý mál fyri HØJ.

Tróndur Mikkelsen skoraði trý mál, og Pætur Mikkjalsson skoraði tvey mál fyri SUS Nyborg. 

Rói Berg Hansen og Tróndur Mikkelsen skulu nú út at ferðast við landsliðnum til útidystir í EM-undankappingini móti Ukraina og Kekkia áðrenn heimadystur verður móti Ukraina sunnudagin 14. mars.

 

 

NrLiðDystirStig
1Nordsjælland2137
2Skive fH2136
3HC Midtylland2127
4HØJ2127
5Ajax 2025
6Sydhavsøerne2023
7Grindsted2022
8Otterup HK2120
9Skovbakken2019
10HEI Skæring2117
11Tønder2115
12Vendsyssel208
13HC Odense217
14SUS Nyborg205

 

 

 

Mynd: HØJ Elite