Rok á enska landsliðnum: Raheem Sterling avsettur

EM 2020: Raheem Sterling og Joe Gomez endaðu í hornatøkum til ensku landsliðssamlingina

Mynd: (Scanpix) Raheem Sterling og Joe Gomez í hornatøkum

Mynd: (Scanpix) Raheem Sterling og Joe Gomez í hornatøkum

Tað er rok á enska landsliðnum, sum hósdagin skal spæla móti Montenegro í EM-undankappingini. Raheem Sterling úr Manchester City er avsettur til dystin, tí hann endaði í hornatøkum við verjuspælaran hjá Liverpool, Joe Gomez.

Liverpool vann sunnudagin 3-1 í toppdystinum í Premier League móti Manchester City. Móti dystarenda bleiv ilt millum Raheem Sterling og Joe Gomez. Teir fóru at skumpast. Dailymail, sum hevur avdúkað søguna, skrivar annars at spælararnir heilsaðu upp á hvønn annan eftir dystin á Anfield.

Kenslurnar høvdu tí ikki heilt lagt seg, tá enska landsliðið møtti á venjingarstøðini í dag. Dailymail skrivar, at Raheem Sterling bleiv óður, tá Joe Gomez skuldi heilsa upp á hann. Raheem Sterling bleiv so óður at hann tók um nakkan á Joe Gomez, sum av fyrsta tíð helt at talan var um skemt.

##med2##

Gareth Southgate, landsliðsvenjari hjá Onglandi, váttar í kvøld hendingina og at Raheem Sterling er avsettur til dystin móti Montenegro. Hann sigur millum annað, at styrki hjá Onglandi hevur verið, at spælararnir hava lagt kappingarandan sum kappingarneytar, tá teir spæla á enska landsliðnum.

Hetta megnaði Raheem Sterling ikki og tí verður hann avsettur til dystin móti Montenegro. Gareth Southgate sigur víðari, at spælararnir eru samdir um avgerðina. Raheem Sterling verður verandi í hópinum og kann spæla móti Kosovo sunnudagin.

Mynd: (Scanpix) Raheem Sterling og Joe Gomez í hornatøkum

Joe Gomez Brawl With Raheem Sterling