Rok í París: Neymar útvístur og í øðini

Ligue 1: Neymar hevur ákært ein spælara hjá Marseille fyri rasismu í rokdysti í gjár

Paris Saint-Germain tapti í gjár fyri aðru ferð upp í slag í fronsku landskappingini. Hesa ferð móti arvafíggindanum úr Marseille í einum sonnum rokdysti, sum endaði við fimm útvísingum. Har í millum Neymar, sum sló eftir mótstøðuspælaranum Alvaro Gonzalez, ið Neymar ákærir fyri rasistiskanmálburð. 

Paris Saint-Germain, sum er klárt besta liðið í Fraklandi seinnu árini, hevur tapt báðar teir fyrstu dystirnar í hesum kappingarárinum. Liðið hevur fleiri spælarar í sóttarhaldi og tað merkist aftur í gjár, tá Marseille vann 1-0 í høvðusstaðnum.

Móti dystarenda bleiv satt rok, eftir eina harða takling. Tað endaði við, at Dario Benedetto og Jordan Amavi hjá Marseille, og Leandro Paredes og Layvin Kurzawa blivu útvístir. Seinast fekk eisini Neymar reytt kort, fyri at sláa Alvaro Gonzalez hjá Marseille.

- Hyggj eftir rasismuni. Tað er tí eg sló hann. Tað einasta eg angri, er at eg ikki sló hann í andlitið. Eg havi onga virðing fyri tær, sigur Neymar.

- Tað er ikki pláss fyri rasismu. Onkuntíð er bara neyðugt at læra at tapa og viðurkenna tað á vøllinum, sigur Alvaro Gonzalez, ið heldur fyri at hann ongantíð hevur verið fyri atfinningum fyrr, og hevur nógvar vinir í fótbóltsheiminum.

Nú verður bíðað eftir eftirspælinum. Neymar og Alvaro Gonzalez eru í hornatøkum á sosialu miðlunum, men franska fótbóltssambandið skal eisini geva revsinginar. PSG var í Champions League finaluni fyri kortum, men Marseille er framvegis einasta franska liðið, sum hevur vunnið Champions League. Tað gjørdu teir í 1993.

##med2##

PARIS SAINT-GERMAIN - OLYMPIQUE DE MARSEILLE(0 - 1 ) - Highlights - (PARIS SG - OM) / 2020/2021