Rokaligt í Chelsea

Champions League: Venjarin hevur loyst trupulleikan, eftir at Antonio Rudiger og Kepa Arrizabalaga vóru í hornatøkum

Mynd: (UEFA) Thomas Tuchel heldur eyga við venjingini hjá Chelsea

Mynd: (UEFA) Thomas Tuchel heldur eyga við venjingini hjá Chelsea

Í kvøld verða tvær fyrru fjórðingsfinalur í Champions League. Ein endurtøka av Champions League finaluni í fjør, millum Bayern Munchen og Paris Saint Germain verður í Týskalndi, og Chelsea fær vitjan av FC Porto. 

FC Porto – Chelsea (20.00)

Tað hevur verið rokaligt í hópinum hjá Chelsea, undan fjórðingsfinaluni móti FC Porto í kvøld. Nýggi venjarin, Thomas Tuchel, hevur váttað fyri fjølmiðlunum, at Antonio Rudiger og Kepa Arrizabalaga vóru í hornatøkum til venjing herfyri, og at Antonio Rudiger bleiv sendur heim. Málið er tó loyst.

– Tað var ein hending til venjing millum Toni og Kepa, har teir vóru í hornatøkum. Vit kunnu ikki góðtaka slíkan atburð og tað var so álvarsligt, at vit máttu koma í millum. Tað er ikki í ordan, men eg eri stoltur av eftirspælinum millum teir báðar. Alt bleiv loyst í sátt og semju, og tað vísur hvussu stóra virðing teir hava fyri hvørjum øðrum. Hetta er ítróttamenniskju og tey vilja altíð vinna, segði Thomas Tuchel á tíðindafundinum í gjár.

Tað er góð tíðindi úr leguni hjá Chelsea. Christian Pulisic og N'Golo Kante hava verið ivasamir, men eru tøkir. Vertirnir úr Portugal eru ikki so hepnir. Teir eru uttan toppskjúttarnar Sergio Oliveira og Mehdi Taremi.

Venjarin, fyrrverandi portugisiski landsliðsspælarin Sergio Conceicao, helt fyri á sínum tíðindafundi, at tað hevði verið betri, um Chelsea vann um vikuskiftið, enn at teir taptu 5-2. Hetta tí tað hevur óiva sett eina reaktión í gongd. Veddingarfyritøkurnar hava Chelsea sum stórfavoritt.

Møguligar uppstillingar:

Porto: Marchesín; Manafá, Mbemba, Pepe, Zaidu; Grujić, Uribe, Otávio, Corona; Luis Diáz, Marega 

Chelsea: Mendy; Azpilicueta, Christensen, Rüdiger; James, Jorginho, Kovačić, Alonso; Mount, Giroud, Werner

Mynd: (UEFA) Thomas Tuchel heldur eyga við venjingini hjá Chelsea