Rókur og liðfelagarnir taptu greitt á útivølli

Nógv týðir uppá, at Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HEI SKæring fara at spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr triðbestu deildini

Rókur Akralíð gjørdi sítt við at skjóta fýra mál í dag, men liðið hjá honum tapti stórt á útivølli

Rókur Akralíð gjørdi sítt við at skjóta fýra mál í dag, men liðið hjá honum tapti stórt á útivølli

Seinnapartin hevði føroyski landsliðsveteranurin, Rókur Akralíð saman við liðfeløgunum í HEI Skæring møguleikan at vinna seg upp á níggjunda plássi í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

Liðini sum enda sum nummar 14, 13 og 12 flyta beinleiðis niður, og liðini sum enda nummar 11 og 10 í grundspælinum mugu spæla upp- og niðurflytingardystir móti liðum úr triðbestu hondbóltsdeildini.

Tá HEI Skæring fór á vøllin í Otterup var heimaliðið á níggjunda plássi bert eitt stig frammanfyri HEI Skæring á stigatalvuni.

Nú er Otterup trý stig frammanfyri HEI Skæring, tí teir vunnu greiðan 39-28 sigur á Róki Akralíð og liðfeløgunum. Í steðginum var Otterup á odda 19-15.

Rókur gjørdist næstbesti málskjúttin hjá HEI Skæring við fýra málum. 

Nú eru bert tríggir dystir eftir í grundspælinum, og skírisdag tekur HEI Skæring móti Skive, ið liggur næstfremst í deildini við 40 stigum, so tað sær ikki so øðiliga bjart út hjá Róki og liðfeløgunum at røkka níggjunda plássinum nú.

1Nordsjælland23 dystir41 stig
2Skive fH2340
3Ajax 23 dystir31 stig
4HC Midtjylland2331
5HØJ 23 dystir29 stig
6Sydhavsøerne2324
7Grindsted2323
8Skovbakken2323
9Otterup HK2322
10HEI Skæring23 dystir19 stig
11Tønder23 dystir15 stig
12Vendsyssel2310
13HC Odense239
14SUS Nyborg23 dystir5 stig

Rókur Akralíð gjørdi sítt við at skjóta fýra mál í dag, men liðið hjá honum tapti stórt á útivølli