Rókur vann á Tróndi og Pæturi

Føroysku spælararnir í dystinum millum HEI Skæring og SUS Nyborg skutu trý mál í part

Landsliðsveteranurin, Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HEI Skæring vunnu á Tróndi Mikkelsen, Pæturi Mikkjalssyni og hinum í SUS Nyborg (Savnsmynd)

Landsliðsveteranurin, Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HEI Skæring vunnu á Tróndi Mikkelsen, Pæturi Mikkjalssyni og hinum í SUS Nyborg (Savnsmynd)

Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

HEI Skæring við landsliðsveteraninum, Róki Akralíð á liðnum tók móti SUS Nyborg, ið hevði Tróndur Mikkelsen og Pætur Mikkjalsson á liðnum.

HEI Skæring vann 32-28. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15. 

Rókur Akralíð skoraði trý mál fyri HEI Skæring, og Pætur Mikkjalsson og Tróndur Mikkelsen skutu trý mál hvør fyri SUS Nyborg.

Sigurin merkir, at HEI Skæring er nú níggju stig omanfyri triðaftasta plássið, ið gevur beinleiðis niðurflyting.

Hjá SUS Nyborg stendur ikki væl til. Teir hava bert 15 stig og hava heili 10 stig upp til fjórðaftasta plássið sum gevur upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr triðbestu deildini.

Fríggjakvøldið vitjar HEI Skæring botnliðið Odense. Leygardagin verður føroyingauppgerð tá SUS Nyborg tekur móti liðnum hjá Róa Berg Hansen, HØJ.

Nummar
1Nordsjælland20 dystir37 stig
2Skive fH2034
3HC Midtylland2027
4HØJ 20 dystir25 stig
5Ajax 19 dystir23 stig
6Sydhavsøerne2023
7Grindsted2022
8Otterup HK2018
9Skovbakken1917
10HEI Skæring20 dystir17 stig
11Tønder20 dystir 15 stig
12Vendsyssel198
13HC Odense205
14SUS Nyborg19 dystir5 stig

 

 

Landsliðsveteranurin, Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HEI Skæring vunnu á Tróndi Mikkelsen, Pæturi Mikkjalssyni og hinum í SUS Nyborg (Savnsmynd)