Róland nýtt met – Signhild NM-gull

Róland 28.37 og føroyskt met í 50 bringu

Róland Toftum setti í morgun flott nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Havn svam teinin uppá 28.37 sekund.

Hann átti sjálvur føroyska metið á 28.38 sekund, og var hetta sostatt eitt nýtt met við minst møguliga marginali. Hann kom í finaluna  við fimtbestu tíð av svimjarunum í vaksna bólkinum. Róland er úr Suðuroyar Svimjifelag.

Signhild 1:01.21 og gull á NM 2019 í Tórshavn

Signhild Joensen svam seg í kvøld til heitið sum norðurlendskur meistari í 100 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon í finaluni á NM 2019 í Tórshavn svam teinin uppá 1:01.21. Tað var ein sera spennandi kapping, har serliga svenska Julia Stenhård á 1:03.20 gav henni skarpan gang til ímóti endanum, og har estiska Kertu Kaare eisini fylgdi væl við við 1:03.34. Signhild er úr Ægir.